Spammforboðið generelt
Sambært § 6 í marknaðarføringslógini, er møguleikin hjá einum vinnurekandi at senda út lýsingar umvegis elektroniskt samskifti avmarkaður.
Kappingar á sosialum miðlum
Tað er í stríð við marknaðarføringslógina at seta sum treyt at fólk skulu tagga / frámerkja onnur fyri at kunna luttaka í eini kapping.
Spammforboðið og sosialir miðlar
Samskifti hjá fyritøkum ígjøgnum sosialar miðlar kann vera fevnt av spammforboðnum. Ikki øll sløg av áheitanum eru fevnd av, hvussu elektroniskur postur er skilmarkaður.
Samtykki
Um ein fyritøka vendir sær til ein borgara gjøgnum telefon ella við øðrum elektroniskum samskifti fyri at selja ella marknaðarføra, skal fyritøkan hava samtykki frá borgaranum áðrenn.
Tak samtykkið aftur
Samtykkið eigur at kunna takast aftur. Tað skal vera lætt, ómakaleyst og uttan kostanð at taka samtykkið aftur
Telefonsøla
Søla umvegis telefon til ein móttakara, ið ikki hevur givið samtykkið til at verða uppringdur, er ikki loyvt. Kravið um samtykkið til at móttaka marknaðarføring, er eisini galdandi, um tann vinnurekandi ætlar at senda smsboð.