Kappingar á sosialum miðlum
Tað er í stríð við marknaðarføringslógina at seta sum treyt at fólk skulu tagga / frámerkja vinir og onnur fyri at kunna luttaka í eini kapping. Brúkaraumboðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir reglurnar fyri kappingum á sosialum miðlum. Her sært tú hvat tú kanst gera og hvat tú ikki kanst gera, tá tú gert kappingar á sosialum miðlum. Yvirlitið sæst niðanfyri:

Vinnurekandi kunnu eisini sum liður í sínari marknaðarføring hava treytaðar kappingar. Kunna teg nærri um treytaðar kappingar her.
Ofta settir spurningar
Tað er tí, at tá brúkarin verður frámerktur, fær hann eini boð (notifikatión) um tað. Boð (notifikatión) á sosialum miðlum er at meta sum elektroniskt samskifti.
Vinnurekandi kunnu ikki frámerkja brúkarar í marknaðarføring av teirra vørum, tænastum ella fyri at gera brúkarar varugar við sína fyritøku. Vinnurekandi kunnu heldur ikki biðja onnur frámerkja í staðin, t.d. í kappingum.
Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í málið, har fyritøka fekk átalu fyri at skipa fyri kapping, har treyt fyri luttøku var, at brúkarar vóru biðnir um at frámerkja vinir. Til ber at lesa meira um málið her.
Ja tað ber til. Men um tann vinnurekandi velur at skipa fyri kapping við treytum, so er tað av týdningi, at tað er greitt fyri borgaranum, hvat tað er hann gevur samtykki til.
Endamálið við forboðnum fyri óumbidnum áheitanum, er nevniliga at verja “privatlivets fred”. Endamálið er harumframt, at verja borgarar ímóti at verða trýstir av vinnurekandi til at innganga avtalur, sum borgarin ongan áhuga hevur í.
Sum marknaðarføringslógin er orðað, er tað einans loyvt at venda sær til borgarar, sum frammanundan hava givið eitt samtykki til at móttaka marknaðarføring frá hesi fyritøkuni.
Velur tann vinnurekandi at skipa fyri treytaðari kapping, so hevur tað alstóran týdning, at hann ikki dylur ella fjalir, at endamálið er at fáa eitt samtykki frá borgaranum. Tað er sostatt ikki nóg mikið at upplýsingar um vavið á samtykkinum eru fjaldar undir “les meira”.
Tað skal sostatt gerast klárt og týðiligt fyri borgaranum, at hann samtykkir til marknaðarføring frá fyritøkuni við at luttaka í kappingini. Við øðrum orðum, skal tann vinnurekandi leggja minst líka stóran dent á treytirnar, sum sjálva kappingina.
Ja. Í høvuðsheitum er loyvt, at luttøka í kapping er treytað av, at tú samstundis gevur samtykki at taka ímóti t.d. lýsingatelduposti frá fleiri fyritøkum. Men tað skal standa heilt greitt, at tað er ein treyt fyri at vera við. Brúkaraumboðið heldur, at dentur eigur at verða lagdur á samtykki fram um kappingina. Eisini skal vera púra greitt, hvat fólk geva sítt samtykki til.
Um tú tekur samtykkið aftur, skal fyritøkan, ið hevði kappingina, seta seg í samband við hinar fyritøkurnar, og kunna um at samtykkið er tikið aftur.
Ja, tað er loyvt sambært marknaðarføringslógini.
Tá ið Facebook-brúkari deilir ella dámar eitt uppslag verður tað ofta víst í tíðindayvirlitinum (newsfeed) hjá vinunum, sum hesin brúkarin hevur. Brúkaraumboðið metir ikki, at hetta er fevnt av spammforboðnum í § 6 í marknaðarføringslógini, tí her er talan ikki um “elektroniskan post” sambært lógini.
Tó kann Facebook hava innanhýsis reglur, sum ikki loyva at dáma ella deila, men hetta ger Brúkaraumboðið einki við.