Forhandarmeting um nøgdsemiskanning. Nøgdsemiskanningin ikki í tráð við § 6

Bilasøla ætlaði at senda út nøgdsemiskanning til sínar kundar. Men í nøgdsemisblaði vóru m.a. myndir av bilum, og var tí at meta sum lýsingatilfar. Brúkaraumboðið vísti á, at tað er ikki loyvt, at senda út lýsingatilfar til kundar, uttan at hesir hava givið samtykki fyrst.

Avgerð

7. oktober 2022

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 6

Marknaðarføringslógin § 7a

Marknaðarføringslógin § 24

Brúkaraumboðið fekk fyrispurning frá bilasølu, um hvørt ein nøgdsemiskanning frá einum donskum samstarvsfelaga eisini kundi gerast av kundunum hjá føroysku bilasøluni. Talan var um eitt spurnarblað á donskum máli. 
Bilasølan hevði kunnað danska samstarvsfelagan um, at føroyska marknaðarføringslógin krevur, at um talan er um marknaðarføringsvirksemi beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, so skal tilfarið verða á føroyskum.

Bilasølan sendi Brúkaraumboðnum nøgdsemiskanningina og fyrispurning um nøgdsemiskanningin var at meta sum marknaðarføring.
Brúkaraumboðið kunnaði bilasøluna um, at sambært kunngerð. nr. 95 frá 12. nov. 2008 um marknaðarføring verður ein lýsing skilmarkað sum:

  • 1) øll kunning um vørur og tænastur og
  • 2) øll kunning um vøru- og tænastuveitarar, ið lýsarar ella lýsingafyritøkur á einhvønn hátt senda ella varpa út til brúkarar, ella á annan hátt royna at gera brúkarar varar við.

Í nøgdsemiskanningini var m.a. myndir av bilum og búmerki. Brúkaraumboðið metti, at tá er talan um branding, ið er ein háttur at marknaðarføra. Branding sum marknaðarføring er fevnt av lógini, og talan var tískil um lýsing sambært kunngerðini. 
Brúkaraumboðið kom til tí niðurstøðu, at spurnarblaðið var fevnt av reglunum í § 7 a í lóg um marknaðarføring, og skuldi tí vera á føroyskum máli.

Brúkaraumboðið vísti eisini á, at sum meginregla er eitt spurnarblað ikki fevnt av § 6 
um óumbidnar áheitanir, men tá talan er um branding, sum í hesum føri, verður telduposturin fevndur av § 6. Sambært § 6 í marknaðarføringslógini er ikki loyvt, at senda út lýsingar ella á annan hátt marknaðarføra við elektroniskum samskifti, so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, uttan so at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.