Fyritøka hevði marknaðarføringsátak við yvirskriftini "Vit løna tað at deila"
Fyritøkan upplýsti í uppslagnum, at keyparin kundi geva sínum vinum og kenningum eina leinkju við avsláttarkotu, eftir at hann hevði framt eitt keyp. Um vinirnir síðan brúktu avsláttarkotuna, at keypa fyri, fekk upprunaligi keparin eisini eitt leinki við avsláttarkotu sendandi, fyri hvønn vin, sum keypti ígjøgnum upprunaligu avsláttarkotuna.
Avgerð
23. september 2025
Lógargrundarlag
Marknaðaføringslógin § 1
Marknaðarføringslógin § 6
Fyritøkan vísti á, at átakið varð skipað á tann hátt, at limir í klubbanum, hava møguleika at senda øðrum eitt persónligt leinki við eini avsláttarkotu til keyp inni á nethandlinum hjá fyritøkuni. Persónliga leinkið finnur limurin inn á klubbasíðuna hjá sær. Limirnir hava so møguleika at deila leinkið og geva teimum møguleika at keypa vørur bíligari. Um deilda leinkið verður aktiverað, fær sendarin av leinkinum ein ávísan prosentpart í avsláttri við næstu bílegging. Persónurin, sum móttekur leinkið, má fyrst tekna seg sum lim fyri at fáa ágóðan av avsláttrinum. Tað er ókeypis at tekna seg sum lim og fyritøkan upplýsti, at ongar bindingar eru.
Fyritøkan greiddi eisini frá, at tað var ikki ein treyt fyri at fáa ágóðan av avsláttrinum, at kundar deila átakið á sosialum miðlum. Kundarnir gera sjálvir av, hvussu teir deila leinkið við onnur.
Brúkaraumboðið vísti á, at marknaðarátakið var í stríð við marknaðarføringslógina. Brúkaraumboðið vísti á, at hesin marknaðarføringsháttur, har kundi 1 bert fær ein avsláttur, um kundi 2 (vinurin) eisini keypir frá felagnum, verður nevndur ”vinaútvegan”.
Brúkaraumboðið metti, at hesin marknaðarføringsháttur er sera ivasamur at brúka. Orsøkin er, at tann, ið verður kontaktaður, kennir seg undir trýsti, tí hann/hon vil helst ikki skuffa sín vin, sum hevur fingið avsláttur í væntu – og eisini tí, at tað er torført hjá felagnum at tryggja sær, at brúkarin ikki tekur samband við sínar vinir á ein hátt, sum felagið sjálvt ikki kann nýta lógliga til marknaðarføring.
Brúkaraumboðið vísti til § 6, stk. 1 í marknaðarføringslógini, um óumbidnar áheitanir.
Har er m.a. ásett, at tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta. Her er talan um eitt forboð ímóti ”Direct marketing”.
T.v.s. at fyritøkan hevur ikki heimild til, at senda lýsingar ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms ella telefon, uttan so, at móttakarin (vinurin) frammanundan hevur biðið um hetta.
Tá talan er um ”vinaútvegan”, har kundi 1 bert fær ein fyrimun, um vinurin (kundi 2) eisini keypir frá felagnum, skal kundi 1 fylgja teimum somu reglunum, sum eru galdandi fyri fyritøkuna.
Um fyritøkan vil nýta vinaútvegan, skal felagið upplýsa brúkararnar um reglurnar fyri óumbidnar áheitanir og greiða teimum frá, at tað t.d. er í stríð við reglurnar fyri óumbidnar áheitanir, um brúkarin tekur samband við vinir ella onnur á bústaði teirra, við telefon, sms ella telduposti við tí endamáli at marknaðarføra vørur frá felagnum.
Brúkaraumboðið heitti tí á fyritøkuna um at steðga við hesum marknaðarførings-átaki.
Fyritøkan steðgaði við marknaðarførings-átakinum beinanvegin, og gjørdi Brúkaraumboðið tí ikki meira við málið.