Melda til tíðindabræv - treyt fyri at luttaka í kapping
Fyritøka ætlaði at gera eina kapping, og spurdi Brúkaraumboðið, um tað var í lagi at hava treytaðar kappingar.
Avgerð
25. november 2025
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 6
Brúkaraumboðið upplýsti, at tað er í lagi at hava treytaðar kappingar, um bert brúkarin verður upplýstur týðiliga um treytirnar fyri kappingina.
Brúkaraumboðið vísti í hesum sambandi á, at tað er góður marknaðarføringssiður, at brúkarin í sambandi við kappingina fær at vita:
- o Møguligar aldursavmarkingar á kappingini
- o Hvat er at vinna og virðið á hvørjum einstøkum vinningi
- o Nær og hvussu vinnarin verður kunngjørdur
- o Treytir fyri nær vinningur verður latin, heintaður ella fyrnaður
Um brúkarin verður biðin um at upplýsa teldupostbústaðin sum treyt fyri luttøku
Brúkaraumboðið vísti á, at vinnurekandi kunnu biðja brúkarar um at upplýsa teldupostin sum treyt fyri luttøku, og at hetta til tíðir verður gjørt, tí vinnurekandi vilja senda út marknaðarføring ella lýsingar. Men tá skal brúkarin frammanundan hava givið samtykki til at móttaka marknaðarføring ella lýsingar umvegis teldupost.
Tann vinnurekandi má gera púra greitt, at við at luttaka í kappingini og upplýsa teldupost, so gevur brúkarin harvið eisini samtykki til at móttaka marknaðarføring við t.d. tíðindabrævi umvegis teldupostin. Brúkarin skal aktivt geva samtykki at móttaka tíðindabræv, og samtykkið skal vera ítøkiligt, soleiðis at brúkarin veit hvat hann gevur samtykki til. Samtykkið skal ikki vera goymt í vanligum treytum, ella standa í privatlívspolitikkinum ella líknandi.
Týðandi er, at brúkarin altíð hevur møguleika til at taka samtykkið aftur. Tað skal tí vera lætt og ómakaleyst at melda frá tíðindabrævinum.