Óumbidnar áheitanir til kundar hjá øðrum fjarðskiftisveitara

Fjarskiftisfyritøka sendi sms-boð til kundar hjá aðrari fjarskiftisfyritøku, sum var farin á húsagang, og bjóðaði teimum at skifta yvir til sín. Fyritøkan bjóðaði sær m.a. at koyra út til bústaðin hjá kundanum við simkortinum, og at skifta simkortið fyri kundan. Ein borgari upplýsti, at hann hevði ikki fingið kunning um treytir ella prís fyri nýggja haldinum. Brúkaraumboðið staðfesti, at fyritøkan hevði brotið § 6 í marknaðarføringslógini.

Avgerð

21. juni 2022

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 6

Brúkaraumboðið fekk fráboðan frá borgarum um, at ein fjarskiftisfyritøka sendi út sms-boð til kundarnar hjá einari aðrari fjarskiftisfyritøku, sum var farin á húsagang. Fjarskiftisfyritøkan sigur í sms-boðnum, at tey sløkkja netið hjá fyritøkuni, sum var farin á húsagang, og bjóða kundunum simkort til teirra net ístaðin. 
Fjarskiftisfyritøkan bjóðar sær at koyra út til bústaðin hjá kundanum við simkortinum, og at skifta simkortið fyri kundan. Tann eini borgarin upplýsti, at hann hevði móttikið sms-boðini mánakvøld kl. 18.42, har fjarskiftisfyritøkan upplýsti at netið bleiv sløkt mikumorgun kl. 8.00. Ein annar borgari vísti á, at hvørki treytir ella prísur viðvíkjandi nýggja haldinum var upplýst í sms-boðnum, sum hann hevði fingið.

Brúkaraumboðið kannaði um talan var um brot á § 6 í lóg um marknaðarføring, tí sms-boðini, ið send vóru kundunum hjá fjarskiftisfyritøkuni, sum var farin á húsagang, vóru send uttan samtykki frá kundunum. 
§ 6 ásetur, at: Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.

Fjarskiftisfyritøkan upplýsti, at tey høvdu leingi havt samband við leiðsluna í fjarskiftisfyritøkuni, sum var farin á húsagang, um at keypa kundarnar, men semja varð ikki funnin áðrenn fyritøkan fór undir trotabúðarviðgerð, og leiðslan misti tí allar heimildir. Fyri at avmarka peningaliga tapið, varð avgerð tikin um at sløkkja netið skjótast gjørligt. Fyritøkan lýsti við at tey tóku ímóti kundunum hjá fyritøkuni, sum var farin á húsagang, og at tey fegin hjálptu við at skifta simkortini. Lýsingin hevði staðið í 2 dagar, og áleið helvtin av kundunum høvdu fingið sær nýtt simkort. Fyritøkan metti kortini, at talan var um undantaksstøðu og avgjørdi tí at senda sms-boð til kundarnar.

Heildarforboðið í § 6 ímóti óumbidnum elektroniskum og telefoniskum áheitanum eru reglur sum viðvíkja “beinleiðis marknaðarføring”. Hetta er marknaðarføring, sum vendir sær beinleiðis til móttakaran. Ásetingin fevnir um áheitanir, ið innihalda lýsingar ella aðra marknaðarføring, umframt áheitanir, ið ikki nevna ítøkiligar vørur, veitingar ella tilboð. Ein marknaðarføringsáheitan er í fyrsta umfari ein áheitan har endamálið við henni er at ávirka keyp av vøru ella tænastu. Avgerandi er ikki, hvat áheitanin verður nevnd ella sær út at vera, men avgerðandi er, um tað vísir seg, at endamálið við áheitanini er marknaðarføring. 

Brúkaraumboðið metti innihaldið í sms-boðunum at verða marknaðarføring, sum vendi sær beinleiðis til móttakaran, og endamálið var at fáa kundarnar í fjarskiftisfyritøkuni, sum var farin á húsagang, at flyta yvir til hesa fjarskiftisfyritøkuna. Brúkaraumboðið staðfesti tískil brot á § 6 í lóg um marknaðarføring. 

Brúkaraumboðið fekk eftirfylgjandi fyrispurning frá fyritøkuni, sum hevði sent sms-boðini, um undantaksloyvið kundi verða givið til § 6 í marknaðarføringslógini. 
Brúkaraumboðið kunnaði fyritøkuna um, at marknaðarføringslógin gevur ikki Brúkaraumboðnum heimild til at geva undantøk til reglurnar í § 6 um óumbidnar áheitanir í lóg um marknaðarføring