Starvsportalar vendu sær til vinnurekandi við tilboði um starvslýsingar, uttan samtykki
Brúkaraumboðið fekk tvær fráboðanir frá tveimum ymiskum arbeiðsgevarum uppá tveir starvsportalar, sum vendu sær til teirra, tí teir lýstu eftir starvsfólki.
Avgerð
13. mai 2025
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 6
Í tí eina førinum vendi ein starvsportalur sær til ein arbeiðsgevara, tí hann sá at viðkomandi lýsti eftir starvsfólki á tveimum portalum. Viðkomandi starvsportalur skrivaði í fleiri umførum til arbeiðsgevaran, har hann m.a. vísti á fyrimunirnar við at lýsa ígjøgnum síðuna hjá viðkomandi, og um arbeiðsgevarin hevði umhugsað støðuna.
Í tí seinna førinum var tað ein starvsportalur, sum hevði ringt til ein arbeiðsgevara og spurt, um hann hevði havt hug at lýst við starvslýsingini á hansara starvsportali. Arbeiðsgevarin takkaði nei, men sá tó kortini, at starvslýsingin varð koyrd á starvsportalin.
Hvørgin arbeiðsgevari hevði givið samtykki til, at starvsportalarnir kundu venda sær til teirra.
Niðurstøðan
Brúkaraumboðið tók bæði málini upp, og setti seg í samband við starvsportalarnar.
Brúkaraumboðið vísti á § 6 í marknaðarføringslógini, sum ásetur, at ikki er loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum við telduposti, sms ella líknandi, sjálvirkandi uppkallingarskipan ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.
Tó er møguleiki hjá einum vinnurekandi at senda út lýsingar við elektroniskum samskifti, tá ein vinnurekandi í sambandi við sølu av vøru ella tænastu frá kundanum hevur fingið upplýst hansara teldupostbústað. Tá er loyvt vinnurekandi at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbústaðinum.
Brúkaraumboðið gjørdi vart við, at tað er brot á § 6 í marknaðarføringslógini um starvsportalarnir á henda hátt, ringja – ella senda teldupost til arbeiðsgevarar, uttan so at arbeiðsgevarin frammanundan hevur givið samtykki til hetta.