Vinnurekandi vildu vita, um tað var í lagi at hava lýsingar á eitt nú messenger appini hjá META/Facebook
Ein vinnurekandi ynskti at vita, hvørt tað var í tráð við spammforboðið í marknaðarføringslógini, at lýsingar verða vístar á messenger appini hjá Facebook.
Avgerð
5. desember 2025
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 6
Tann vinnurekandi vísti á, at lýsingatilfarið leggur seg í millum tey boð, sum viðkomandi persónur hevur á messenger.
Brúkaraumboðið tók málið upp til viðgerðar, og hevði uppfylgjandi spurningar til tann vinnurekandi, har ein teirra m.a. var, um brúkarin fær eini beinleiðis boð (notifikation) um hesar lýsingarnar, ella um lýsingarnar einans liggja í millum hini boðini.
Tann vinnurekandi greiddi frá, at borgarin ikki fær eini beinleiðis boð (notifikation) um lýsingina á messenger appini, men at lýsingin vísir seg hinvegin millum samskiftisboðini hjá brúkaranum.
Brúkaraumboðið kom til ta niðurstøðu, at mett varð ikki, at hetta var fevnt av spammforboðnum í § 6 í marknaðarføringslógini.
Hetta varð grundað á, at borgarin ikki fær eini beinleiðis boð (notifikation), og at talan er um lýsingar í appini, sum kunnu metast eins og lýsingar í sokallaða “feed’inum” á Facebook. Tí varð tað ikki mett, at brúkarin við hesi marknaðarføringini fekk eina beinleiðis óumbidna áheitan frá tí vinnurekandi.