Ofta spurt um óumbidnar áheitanir

Lógligt er at senda teldupost, sms o.a. við marknaðarførslu til móttakarar, sum hava biðið um tað, t.e. givið sítt samtykki.

Nei. Spammforboðið er galdandi undir øllum umstøðum, og tað merkir, at vinnurekandi ikki kunnu senda øðrum vinnurekandi elektroniska marknaðarførslu.

Vinnurekandi ert tú sambært § 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu, um teldupostur o.a. verður sendur í vinnuligum virksemi. Avgerandi er, um virksemið ber dám av vinnuvirksemi. Avgerandi er ikki, um virkið, felagið o.a. verður rikið við inntøku fyri eyga, og tað er týdningarleyst, um talan er um fulltíðarstarv ella hjávinnu. Vinnuliga virksemið má hava ávís framhaldandi eyðkenni og ikki heilt einki í vavi. 
Sjálvboðin feløg kunnu eftir umstøðunum hava virksemi, sum hevur ávísan vinnuligan dám. Virksemið hjá politiskum feløgum er ikki fevnt av spammreglunum.

Nei, bara áheitanir, sum sendar verða við tí í hyggju at selja vøru, tænastuveitingar o.a. Kortini er ikki kravt, at áheitanir hava ítøkilig tilboð ella vøruumrøðu – sonevnd “branding” (umdømisbygging) av virkinum er eisini fevnt av spammreglunum.

Sum vinnurekandi kanst tú senda teldupost til brúkara, og bjóða viðkomandi arbeiði.

Ja, áheitanir við tí í hyggju at keypa vøru frá móttakara, er sum Brúkaraumboðið metir tað ikki fevnt av spammreglunum, tí áheitanin er ikki gjørd við sølu í hyggju – men fyri at keypa vøru o.a.

Nei, tí tá hevði samtykkið ikki verið givið sjálvboðið. Tað er tó loyvt at bjóða kundum avsláttur, treytað av at kundarnir samstundis við keypinum geva samtykkið til at móttaka marknaðarføring umvegis sms ella teldupost.

Kundin skal eisini hava møguleika at keypa vøruna fyri vanligan prís, uttan at skula góðtaka at móttaka marknaðarføring.

Nei. Samtykki til at móttaka marknaðarføring skal vera fingið til vega, áðrenn ein fyritøka sendir marknaðarføring við elektroniskum samskiftismiðlum, so sum telduposti ella sms. Tí kann samtykki ikki innheintast við at senda ein teldupost ella sms við áheitan um at tekna seg til tíðindabræv. Samtykki kann hinvegin innheintast umvegis eina heimasíðu ella við, at brúkarin útfyllir eitt oyðublað.

Ja. Eitt samtykki skal vera nágreiniliga tilskilað, soleiðis at tað greitt sæst, hvør samskiftisháttur kann nýtast til marknaðarføringina. Hevur ein borgari til dømis givið samtykki til at móttaka marknaðarføring við telduposti, kann hetta samtykki ikki samstundis nýtast sum grundarlag fyri at senda marknaðarføring við sms-boðum. Marknaðarføring má einans sendast við teimum samskiftisháttum, sum samtykkið beinleiðis fevnir um.

Samtykkið kann orðast lutfalsliga breitt, men ávís grundleggjandi krøv mugu kortini vera lokin.

  • Tað skal greitt og týðiliga framganga, hvørja/ar fyritøku/ur persónurin gevur samtykki til at móttaka marknaðarføring frá.

  • Tað skal greitt og týðiliga framganga, við hvør samskiftisháttur verður nýttur, til dømis við telduposti ella sms-boðum.

  • Tað skal greitt og týðiliga framganga, hvørjar vørur ella vørubólkar marknaðarføringin fer at fevna um.

Í ávísum førum kunnu fyritøkur innheinta samtykki til marknaðarføring innan fyri sítt vanliga vøruúrval, um hetta er nóg greitt lýst í samtykkinum.

Nei, sum útgangsstøðið er tað ólógligt at senda teldupost til viðskiftafólk við marknaðarføring, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur givið sítt samtykki sambært § 6, stk. 1 í marknaðarføringslógini. 

Tó er eitt undantak í § 6, stk. 2 í marknaðarføringslógini. Um ein vinnurekandi hevur fingið teldupostbústaðin í sambandi við sølu av einari vøru ella tænastu, kann teldupostur sendast um líknandi vørur ella tænastur, treytað av at: 

  • at viðskiftafólkið hevur fingið møguleika at frávelja marknaðarføringina 
  • at viðskiftafólkið ikki hevur frábiðið sær marknaðarføringina

Nei. Aðalreglan er, at tú kanst bara senda teldupost við lýsing í til móttakara, sum frammanundan hevur givið sítt samtykki til tað. Tann reglan er í gildi, hóast móttakarin er gamalt viðskiftafólk. Sambært § 6, stk 2 í lógini um marknaðarførslu er kortini loyvt at senda gomlum viðskiftafólki teldupost, um hesar treytir eru loknar:

  • viðskiftafólkið hevur givið sína teldupostadressu í sambandi við at vøra ella tænasta er keypt

  • at viðskiftafólkið, tá ið viðkomandi gav adressuna, fekk at vita, at hon fór at verða brúkt til lýsingateldupost, og at viðskiftafólkið hevði møguleika lættliga og ókeypis at sýta fyri tí

  • at í teldupostinum bara verður lýst við vøru, sum svarar til ta, sum viðskiftafólkið keypti, tá ið viðkomandi gav sína teldupostadressu

  • at viðskiftafólkið hvørja ferð viðkomandi fær teldupost lættliga og ókeypis kann biðja seg undan at fáa fleiri áheitanir.

Rein tænastuboð t.d. um umskipanir/broytingar í avtaluviðurskiftum í viðurskiftum, sum eru í gongd, falla uttan fyri spammreglurnar t.d. vildi verið lógligt, at eitt el-felag sendi sms-boð um ætlað streymslit til viðskiftafólk, sum hetta rakti – viðskiftafólkini skulu bara hava møguleika at biðja seg undan at fáa slík sms-boð.

Brúkaraumboðið góðkennir, at vinnurekandi vísa eitt búmerki ella hevur óhefta tilvísing til egna heimasíðu í teldupostundirskrift – tað er ikki fevnt av spammreglunum. Tað er tað harafturímóti, um teldupostundirskriftin hevur tilboð og slíkt í sær.

Teldupostur við leinki til marknaðarkanningar, nøgdsemiskanningar og tílíkt er í høvuðsheitum ikki fevnt av spammreglum, t.e. at slíkir teldupostar kunnu verða sendir uttan samtykki frammanundan frá móttakara. Men hevur kanningin til endamáls at “branda” ein vinnurekandi ella lýsa fyri vørum hjá vinnurekandi, er áheitanin at meta sum spamm, um móttakarin ikki hevur givið sítt samtykki.

Ja, loyvt er við ongum samtykki frammanundan at senda teldupost ella sms til gamalt viðskiftafólk, til dømis at biðja viðkomandi ummæla, hvussu tað var at keypa frá ávísa virkinum. Áheitanin skal kortini vera uttanveltað og má ikki hava marknaðarførslu av virkinum í sær. Viðskiftafólkinum skal eisini standa í boði at kunna biðja seg undan at fáa fleiri áheitanir um fleiri ummæli.

Nei, at senda “tænastuteldupost” til fólk, sum hava slitið eina bíleggingargongd, har gjørt verður vart við, at bíleggingin er avbrotin, og hvussu hon kann verða tikin uppaftur, er fevnt av § 6 í lógini um marknaðarførslu. Slíkur teldupostur kann tí bara verða sendur, um móttakari frammanundan hevur givið sítt samtykki til tað.

Tann vinnurekandi skal virða, at eitt samtykki er tikið aftur frá teirri løtu, at afturtøkan er virkinum í hendi. Vanliga er tað í somu løtu, eitt frámeldingarleinki verður brúkt, ella tá ið teldupostur um frámelding er komið virkinum í hendi.

Um frámeldingarleinkjan ikki riggar, kanst tú seta teg í samband við tann vinnurekandi og siga frá, at tú ynskir at taka samtykkið aftur. Tað skal tann vinnurekandi virða.

Ja. Vinnurekandi kunnu revsast við bót, um reglarnar í § 6 um óumbidnar áheitanir ikki verða hildnar.

Vanliga er virksemið hjá felagsskapum ikki fevnt av spammforboðinum. tí kunnu feløg sendu út elektroniskar áheitanir til limir sínar, hóast móttakarin ikki hevur givið samtykkið. Men fáa áheitanirnar hjá einum felagsskapi vinnuligan dám, so eru spammreglurnar eisini galdandi fyri hesar áheitanir.

Við vinnuligum dámi verður sum dømi meint við sølu av vørum ella marknaðarføring av serligum fyritøkum ella vørum.

Eitt felag kann til dømis væl senda út kunning ella innbjóðing til limir sínar. Men ítróttarfeløg kunnu til dømis ikki lýsa við renniskógvum ella marknðararføra eina uttanlandaferð, uttan at móttakarin fyrst hevur givið samtykkið