Samtykki
Ein vinnurekandi kann seta seg í samband við borgara umvegis telefon ella øðrum elektroniskum samskifti s.s. telduposti, sms ella líknandi, fyri at selja ella marknaðarføra vørur og tænastur, ella vørur/tænastur hjá øðrum, um hann hevur fingið samtykki frá borgaranum frammanundan.
Borgarin kann geva samtykki til, at tann vinnurekandi kann venda sær til hansara. Tó verða sett nakrar treytir til, hvussu tann vinnurekandi kann fáa eitt lógligt samtykki frá borgaranum. Les meira um treytirnar undir spurninginum "Krav at samtykki verður givið".
Hevur tann vinnurekandi fingið samtykki frammanundan, so brýtur hann ikki reglurnar um óumbidnar áheitanir og spamm.
Ofta settir spurningar um samtykki
Borgarar og onnur kunnu geva samtykki til, at ein ávís fyritøka kann seta seg í samband við tey. Tó, so eru nøkur krøv tengd at, hvussu ein fyritøka kann fáa eitt samtykki.
- Tað skal vera klárt og týðiligt fyri borgaran og onnur, at hann sigur "ja" til at móttaka áheitanir, sum hava til endamál at selja vørur og annað fyri eina fyritøku. Samtykki skal tí ikki vera fjalt ella ógreitt ella eitt nú fjalt í kappingum, keypstreytum, treytum o.líkn.
- Borgarar og onnur skulu aktivt siga "ja". Tað skal standa týðiligt skrivað, hvat tað er ein sigur ja til, og síðan skal borgarin aktivt trýsta á ein knøtt sum til dømis sigur, "ja takk". Ein teigur, har til ber at seta ein kross, skal sostatt ikki verða krossaður frammanundan, har borgarin aktivt skal koyra krossin vekk, um hann ikki ynskir at móttaka áheitanir.
- Borgarin og onnur skulu vita, hvør tann vinnurekandi er, sum setir seg í samband við tey. Um tann vinnurekandi heintar samtykki inn frá fleiri vinnurekandi, skal fyritøkan greitt tilskilað, hvørjar fyritøkurnar eru.
- Áðrenn borgarin ella onnur geva teirra samtykki skal tað týðiligt uppýsast, hvussu borgarin kann verða kontaktaður. Til dømis, um fyritøkan ætlar at ringja, sms'a, ella senda teldupost. Hetta inniber eisini, at um tann vinnurekandi hevur fingið samtykki frá borgara til at senda teldupost, so kann hann ikki eisini ringja.
- Borgarin skal gerast kunnugur við, hvørjar vørur ella vørusløg ein fyritøka ætlar at marknaðarføra til hansara.
- Samtykki skal verða givið av egnum fríum vilja.
- Borgarin og onnur skulu upplýsast um, at eitt samtykki altíð kann verða tikið aftur. Tað skal vera lætt og ómakaleyst at taka eitt samtykki aftur.
Ein kann ikki geva samtykki vegna onnur. Um ein borgari sigur við ein vinnurekandi, at hansara vinur er áhugaður í at hoyra meira um fyritøkuna, so kann fyritøkan hóast hetta, ikki lógliga seta seg í samband við vinin.
Eitt samtykki skal vera lætt at taka aftur. Vinnurekandi kunnu t.d. ikki taka eitt gjald, tá brúkarin tekur eitt samtykki aftur.
Um vinnurekandi senda út tíðindabrøv, eigur tíðindabrævið at hava eina frámeldingarleinkju, har brúkarin kann taka sítt samtykki aftur.
Hevur brúkarin luttikið í kapping, har fyritøkan hevur innheintað samtykki, kann fyritøkan hava sett sum treyt, at hon heintar samtykki til aðrar fyritøkur eisini. Tá hevur brúkarin givið samtykki til at fleiri fyritøkur kunnu seta seg í samband við brúkaran.
Um tú sum brúkari ikki vilt móttaka teldupost við marknaðarføring frá øllum hesum fyritøkum, skalt tú seta teg í samband við fyritøkuna, sum tú upprunaliga gav títt samtykki til. Tann fyritøkan skal síðan seta seg í samband við hinar fyritøkurnar, sum títt samtykki er givið til og upplýsa tey um, at tú hevur tikið samtykkið aftur.
Ja. Í høvuðsheitum er loyvt, at luttøka í kapping er treytað av, at tú samstundis gevur samtykki at taka ímóti t.d. lýsingatelduposti frá fleiri fyritøkum. Men tað skal standa heilt greitt, at tað er treyt fyri at vera við. Brúkaraumboðið heldur, at dentur eigur at verða lagdur á samtykki fram um kappingina. Eisini skal vera púra greitt, hvat fólk geva sítt samtykki til.
Um tú tekur samtykkið aftur, skal fyritøkan, ið hevði kappingina, seta seg í samband við hinar fyritøkurnar, og kunna um at samtykkið er tikið aftur.
Eitt samtykki skal verða “kunnað” og “ítøkiligt” At samtykki er “kunnað” merkir, at viðkomandi skal verða greið/ur yvir, at loyvi verður givið til marknaðarførslu. At samtykki er “ítøkiligt” merkir, at tað týðiliga og greitt stendur, hvat samtykkið verður givið til. Sum Brúkaraumboðið fatar tað, skal eisini verða greitt í samtykkinum, hvørjum marknaðarførslan fer at koma frá.
Samtykki kann verða orðað rættiliga breitt. Men í høvuðsheitum skal vera greitt, hvat vøruslag marknaðarførslan fer at snúgva seg um, sum samtykki verður givið til.
Frá bankum kann eitt samtykki t.d. vera um at fáa upplýsingar um “nýggjar ella bøttar innlánsmøguleikar við telduposti” ella ”nýggjar og betri pensjónsmøguleikar við sms”. Tað ber somuleiðis til at fáa samtykki at fáa teldupost um vikutilboð í matvøruhandlum ella líknandi. Hinvegin er tað í høvuðsheitum ikki nóg gott, um samtykkið verður orðað sum” “tíðindi og góð tilboð frá okkum”, tí tað ikki er nóg ítøkiligt.
Sum brúkaraumboðið fatar tað, skal eisini verða greitt í samtykkinum, hvørjum marknaðarførsla fer at koma frá og á hvørjum miðili, marknaðarførsla verður send.
Ja. Eitt samtykki skal vera ítøkiligt, og tað skal verða greitt, hvussu marknaðarførsla verður send.
Hevur onkur t.d givið sítt samtykki at fáa marknaðarførslu sum teldupost, kann samtykkið ikki verða brúkt til at senda marknaðarførslu sum sms.
Nei. Stendur tað í handilstreytunum, at viðskiftafólkið við at góðkenna treytirnar eisini gevur samtykki til at taka ímóti marknaðarførslu, lýkur tað ikki kravið um at vera eitt “kunnað” samtykki.
Nei. Er ein teigur, har samtykki kann verða givið til at taka ímóti marknaðarførslu, avmerktur frammanundan, er vandi fyri, at eingin varnast hann. Tá ið eitt samtykki skal verða “kunnað”, áðrenn tað verður brúkt, er eitt samtykki, sum er fingið við at krossa rútin av frammanundan, ikki lógligt at brúka.
Nei. Eitt samtykki at taka ímóti marknaðarførslu skal verða givið frammanundan. Tað fæst tí ikki við at senda teldupost ella sms við áheitan um at melda seg til tíðindabræv til dømis. Eitt samtykki kann hinvegin verða útvegað á eini heimasíðu ella við at fylla eitt oyðublað út.
Brúkaraumboðið heldur, at tað sum heild er ólógligt at treyta eina sølu av eini vøru ella tænastuveiting við, at viðskiftafólkið gevur samtykki til at taka ímóti elektroniskari marknaðarførslu, uttan so at viðskiftafólkið eisini hevur møguleikar at velja eitt annað og samsvarandi tilboð upp á vøruna (kanska fyri gjald), sum ikki er treytað av samtykki til at taka ímóti elektroniskari marknaðarførslu.
Tað skal vera lætt og ómakaleyst at melda frá.
Tá marknaðarføring verður send, skal tað altíð vera ein adressa, sum móttakarin kann venda sær til, um viðkomandi ikki vil hava fleiri áheitanir. Tað er eisini eitt gott hugskot, at hava t.d. eitt avmeldingarleinki, so borgarin lætt og ómakaleyst kann melda frá.
Vanliga er eitt samtykki í gildi líka til tað verður tikið aftur. Brúkaraumboðið heldur kortini, at eitt samtykki kann fella burtur eftir aðalreglunum um óvirkni, um vinnurekandi ikki hevur gjørt nýtslu av samtykkinum eitt langt tíðarskeið – sum verður mett at vera eitt ár.