Spammforboðið generelt

Í § 6 í marknaðarføringslógini eru áseting um óumbidnar áheitanir. Hetta verður eisini kallað "spammforboðið", og ásetur reglur viðvíkjandi "beinleiðis marknaðarføring" frá vinnurekandi til borgara ella frá vinnurekandi til vinnurekandi. 

Sambært § 6 í marknaðarføringslógini, er møguleikin hjá einum vinnurekandi at senda út lýsingar umvegis elektroniskt samskifti avmarkaður.

Nevnast kann, at tað í fyrstu syftu er forboðið hjá einum vinnurekandi at senda lýsingar út við t.d. telduposti, sms, mms, telefaksi og telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta. 

Tó, so er § 6, stk. 2 í marknaðarføringslógini eitt undantak til hesa høvuðreglu, og ásetur hon, at hetta ikki er galdandi, tá ein vinnurekandi í sambandi við sølu av vøru ella tænastu frá kundanum hevur fingið upplýst hansara teldupostbúðstað. Tá er loyvt vinnurekandi at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbústaðinum. Hetta er tó treytað av, at kundin til eina og hvørja tíð hevur møguleika fyri, ómaksleyst og ókeypis, at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við, at hann letur tí vinnurekandi teldupostbústaðin, og tá hann seinni fær áheitanir frá tí vinnurekandi. 

Hinvegin er tað lógligt at senda lýsingar við vanligum brævi, tilskrivaðari lýsing og aðrari beinleiðis marknaðarføring, sum ikki er elektronisk. 

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um spammforboðið í § 6 í marknaðarføringslógini. 

Les vegleiðingina her

Tað er spam, tá tú móttekur eina óumbidna áheitan/ umbøn elektroniskt, og hendan inniheldur marknaðarføring.

Talan er um spam, um: 

  • Áheitanin er sent frá eini fyritøku
  • Áheitanin er send elektroniskt (t.d. umvegis teldupost, sms, boð á sosialum miðlum
  • Áheitanin inniheldur marknaðarføring
  • Tú hevur ikki játta ella á annan hátt givið samtykkið til at móttaka marknaðarføring frá fyritøkuni.

Tað er talan um eina áheitan við marknaðarføring, um endamálið við áheitanini er at selja, marknaðarføra ella økja um kunnleikan til eina fyritøku, vøru ella tænastu. Hetta verður nevnd Image-marknaðarføring ella branding.

Eitt tíðindabræv, ein innbjóðing til eina kapping ella til serligt tiltak og líknandi áheitanir, eru vanliga at meta sum spam, um móttakarin ikki hevur sagt ja til at móttaka hana.

 

Brúkarin kann hava játtað at móttaka tíðindabræv við marknaðarføring.

Brúkarin kann eisini hava keypt frá tí vinnurekandi frammanundan, og hevur í tí sambandi upplýst sín teldupostbústað. Í slíkum føri kann tann vinnurekandi senda út lýsingar um samsvarandi vøru ella tænastu.