Spammforboðið og sosialir miðlar
Tað er ikki loyvt hjá vinnurekandi at senda út marknaðarføring, herundir branding, til brúkarar, um hesir ikki frammanundan hava givið samtykki til tað. Ásetingin er at finna í § 6 í marknaðarføringslógini, og verður ofta nevnd spammforboðið.

Tað eru mangir samskiftishættir á sosialu miðlunum. Ikki øll sløg av áheitanum eru
fevnd av, hvussu elektroniskur postur er skilmarkaður. Tað eru heldur ikki allar
áheitanir, ið viðvíkja einum vinnuligum virksemi og hava marknaðarføring í sær.
Metingin hjá Brúkaraumboðnum, um áheitanir umvegis ymiskt samskifti á sosialu
miðlunum eru fevndar av spammforboðnum ella ikki, er lýst í vegleiðingini niðanfyri.
Sí vegleiðing um spammforboðið á sosialum miðlum her
Ofta settir spurningar
Nei, tað kanst tú ikki. Um tú sendur teldupost út, fyri at vísa á nýggju tænastuna, so marknaðarførir tú tænastuna, við tí fyri eyga at kundarnar skulu keypa hana.
Tú kanst lýsa við tænastuni á tínari heimasíðu og sosialum miðlum v.m. Um tínir kundar hava givið samtykki til at móttaka tílíka marknaðarføring í við t.d. tíðindabrævi, kanst tú kunna um tænastuna umvegis tíðindabræv.
Tað er eini boð við marknaðarføring, sum eru send umvegis elektroniskt samskifti, og har móttakarin ikki hevur játtað at móttaka elektroniska samskifti.
Avgerandi er:
- um endamálið við elektroniska samskiftinum er at marknaðarføra og selja eina vøru ella tænastu - ella branding av sjálvari fyritøkuni, og
- at móttakarin hevur ikki givið samtykki til at móttaka hetta.
Elektroniskt samskifti fevnir um talgildan post, teldupost og sms´ir. Harumframt fevnir elektroniskt samskifti eisini um kjattboð og notifikatiónir á sosialum miðlum.
Elektroniskt samskifti fevnir eisini um telefonuppringingar, sjálvvirkandi uppkallingarskipanir og telefax. Brúkaraumboðið hevur meldað fyritøku, sum framdi brot á spammforboðið, tí fyritøkan ringdi og sendi sms-boð til kundar, við tilboði um, at selja tænastu til kundarnar. Til ber at lesa meira um málið her.
Marknaðarføring, ið er send umvegis vanligan post, er ikki elektroniskt samskifti.
Tað er ikki spamm at senda út kunning um, at fyritøkan hevur flutt bústað. Tað er heldur ikki spamm, um ein vinnurekandi ger marknaðar- ella nøgdsemiskanning.
Men tann vinnurekandi má ikki eisini royna at selja vørur og tænastur. Innihaldi í kunningini ella kanningini skal vera neutralt, og uttan ávísing til vørur og tænastur.
Brúkaraumboðið hevur gjørt niðurstøðu í eini forhandarmeting, har bilafyritøka ætlaði at senda nøgdsemiskanning út til sínar kundar. Brúkaraumboðið vísti á, at í nøgdsemiskanningini vóru myndir av ymiskum bilum, og tí var talan um branding. Myndirnar vóru at meta sum lýsingatilfar, og hetta var fevnt av spammforboðnum, tí kundarnir høvdu ikki givið samtykki til at móttaka lýsingatilfar.
Til ber at lesa avgerðina her.
Nei. Spammforboðið er í gildi undir øllum umstøðum, og tað merkir, at vinnurekandi kunnu ikki senda øðrum vinnurekandi elektroniska marknaðarførslu uttan samtykki.
Nei, bara áheitanir, sum sendar verða við tí í hyggju at selja vøru, tænastuveitingar o.a. Kortini er ikki kravt, at áheitanir hava ítøkilig tilboð ella vøruumrøðu – sonevnd “branding” (umdømisbygging) av virkinum er eisini fevnt av spammreglunum.
Ja. Tú kanst verða revsað við bót, um tú fremur brot á spammforboðið.