Tak samtykkið aftur
Tað er ikki loyvt at senda marknaðarføring við elektroniskum samskiftismiðlum, sum til dømis telduposti, sms ella boð umvegis sosialar miðlar, uttan at móttakarin frammanundan hevur givið sítt samtykki. Eitt slíkt samtykki kann altíð takast aftur, og tað skal vera lætt, ómakaleyst og uttan kostnað at gera tað.
Tíðindabrøv við marknaðarføring innihalda ofta eitt frámeldingarleinkju, ið tú kanst brúka til at taka títt samtykkið aftur.
Um leinkjan ikki virkar, ella um tú framvegis fært marknaðarføring um somu fyritøku, men frá einum øðrum sendara, kanst tú seta teg í samband við fyritøkuna, sum verður nevnd í boðunum. Tú skalt greiða fyritøkuni frá, at tú ikki ynskir at fáa meira marknaðarføring frá henni, og biðja um eina váttan upp á hetta, til dømis í einum telduposti.
Viðhvørt er tað ein høvuðsfyritøka, ið skipar fyri kapping, har savnað verður inn samtykkið til marknaðarføring vegna fleiri aðrar fyritøkur. Hesi samtykki verða síðan latin víðari ella seld til viðkomandi fyritøkurnar. Tí uppliva nógvir brúkarar, at eftir at hava luttikið í eini kapping, fáa eina rúgvu av teldupostum við marknaðarføring frá ymiskum fyritøkum. Um tú upplivir hetta, kanst tú seta teg í samband við fyritøkuna, sum skipaði fyri kappingini, og boða henni frá, at tú tekur øll tíni samtykki aftur. Fyritøkan hevur tá skyldu at kunna allar fyritøkur, sum hava fingið títt samtykki, um at tú hevur afturkallað tað. Um tú ikki veitst, hvør høvuðsfyritøkan er, kanst tú spyrja eina av fyritøkunum, sum sendir tær marknaðarføring, hvør tað var, sum savnaði inn samtykkið.
Skjalprógva, at tú hevur tikið samtykkið aftur
Fært tú framvegis óumbidna marknaðarføring (spam), eftir at tú hevur afturkallað títt samtykki, kanst tú kæra til Brúkaraumboðið. Umframt at senda inn sjálva óumbidnu áheitanina frá fyritøkuni, er skilagott at leggja við skjalprógv fyri, at tú hevur biðið um at sleppa undan víðari marknaðarføring.
Hetta kanst tú gera við at:
- taka eina skíggjamynd, um tú brúkti eina frámeldingarleinkju,
- viðhefta teldupostin, sum tú sendi til fyritøkuna,
- um tú fekst váttan frá fyritøkuni, kanst tú leggja hana við.
Fyritøkan skal virða at samtykkið er tikið aftur, frá tí løtu hon hevur fingið boð um afturkallingina.
Vanliga er hetta so skjótt frámeldingarleinkjan er brúkt, ella tá fyritøkan hevur móttikið ein teldupost um frámelding.
Um tú fært eini boð um at frámeldingarleinkjan ikki riggar, kanst tú skriva ein teldupost til fyritøkuna, og upplýsa at tú vilt taka samtykkið aftur. Hetta eigur fyritøkan at góðtaka.
Ja tað eigur tú at kunna. Tù kanst harumfram eisini frámeldað við t.d. at senda ein teldupost