Telefonsøla
Telefonsøla er ikki loyvd, uttan so at móttakarin frammanundan hevur givið samtykkið til hetta. samtykkið skal vera givið frammanundan. Tað er tí heldur ikki í tráð við spammforboðið, at ringja til ein móttakara og spyrja um samtykkið.
Um endamálið við telefonsamrøðuni er at fáa móttakaran at keypa, er tað sum útgangsstøðið brot á spammforboðið í § 6 í marknaðarføringslógini. Hetta er eisini galdandi, um óumbidna áheitanin hevur sum endamál, at branda fyritøkuna, t.v.s. at økja um kunnleikan til fyritøkuna ella til vørur og veitingar hjá fyritøkuni.
Brúkaraumboðið meldaðið eina fyritøku til løgregluna, tí fyritøkan ringdi ella smsaði til borgarar, og spurdi um tey vildi fáa eina tænastu, nú fyritøkan fór at verða í økinum. Til ber at lesa meira um málið her.
Hvør er vardur av forboðnum?
Ein og hvør móttakari er vardur av forboðnum í § 6 í marknaðarføringslógini. Hetta merkir, at tað er ikki loyvt at ringja til brúkarar, vinnurekandi ella almennar stovnar, og lýsa við vørum, veitingum ella á annan hátt at marknaðarføra fyritøkuna, vørur ella tænastur.
Forboðið er bara galdandi fyri elektroniskt samskifti. Tað er tí væl loyvt at senda marknaðarføring við vanligum posti.
Nær er tað loyvt at ringja?
Tað er loyvt hjá eini fyritøku at ringja við neutralari kunning. Sum dømi kann nevnast, at um tú hevur avtalu at bilurin skal á verkstað, og verkstaðið flytir staðseting. Tá er loyvi hjá verkstaðnum at kunna um, at tey hava flutt verkstaðið. Men tað er í hesum sambandi ikki loyvi eisini at marknaðarføra, t.v.s. lýsa ella royna at selja vøru, til móttakaran.
Serligt um greiningarstovnar og vælgerandi virksemi
Greiningarstovnar og felagsskapir við vælgerandi endamáli kunnu vanliga ringja til brúkarar og fyritøkur, uttan at hesir frammanundan hava givið samtykki til at blíva uppringd.
Greiningarstovnar hava bert loyvi at ringja í sambandi við almennar, neutralar marknaðarkanningar.
Vælgerandi felagsskapir hava bert loyvi at ringja um sítt almannagagnliga virksemi, herundir innsavningarvirksemi.
Um uppringingin um marknaðarkanningina ella innsavningarvirksemið samstundis ella aftaná eisini fevnir um sølu av vørum ella branding (marknaðarføring av navni ella vørumerki), er uppringingin í stríð við § 6 í marknaðarføringslógini.
Tað kann vera í stríð við góðan marknaðarføringarhátt, um móttakarin biður um ikki at verða kontaktaður aftur, og greiningarstovnurin ikki virðir hetta.