Prísmarknaðarføring

Høvuðsendamálið við reglunum um prísmarknaðarføring er at geva tí einstaka brúkaranum góðar møguleikar til skjótt at meta um, hvussu gott eitt ávíst tilboð er. Krøv verða eisini sett til tey vinnurekandi um at vísa góðan marknaðarføringssið og ikki hava villleiðandi marknaðarføring.