Kredittkeyp
Marknaðarføringingslógin ásetur, at tá seljari lýsir við kredittkeypi við upplýsingum um kostnaðin fyri at útvega vøruna við kredittkeypi, skulu umframt kontantprísin, upplýsing um kredittútreiðslur sum ein upphædd og árligu útreiðslurnar í procentum nevnast í lýsingunum. Hetta merkir at tann vinnurekandi skal upplýsa um samlaða kostnaðin, sum borgarin rindar fyri at lána peningin, so sum rentur, stovningargjald v.m.
Ásetingin um kreditútreiðslur er at finna í § 14 í marknaðarføringslógini. Hon gevur brúkarum møguleika at samanbera kontantprísin á eini vøru við, hvussu nógv, ið gjaldast skal, um vøran verður keypt uppá kreditt. Ásett er, at upplýsast skal um fylgjandi:
- Kontantprísin á vøruni
- Kredittútreiðslurnar sum ein upphædd (hesar eru m.a. stovningargjald, rentur v.m.) Hetta er samlaði prísurin sum vøran kemur at kosta, tá lánið er afturgoldið.
- Árligu útreiðslurnar fyri kredittin í procentum
Árligu útreiðslurnar í prosentum skulu tilskilast á ein eins týðiligan hátt og hinar kredittupplýsingarnar, tí hetta verður mett at vera ein týðandi upplýsing.
Brúkaraumboðið gjørdi eina forhandarmeting fyri eina bilasølu, um ætlað lýsingaátak um kredittsølu. Til ber at lesa meira um málið her
Kunngerð um útrokning av kredittútreiðslum
Í 2022 kom kunngerð um hvussu kredittútreiðlur skulu roknast út. Hon kann lesast her
Vinnurekandi kunnu gott bjóða at rinda í smáum ella at rinda yvir longir tíðarskeið. Um eingin eykakostnaður er av at rinda í smáum, er lýsingin ikki fevnd av § 14 í marknaðarføringslógini. Tá rindar kundin tað sama fyri vøruna, sum hann hevði gjørt, um hann skuldi gjalda i einum.
Men verður eitt nú renta nevnd ella aðrir kreditkostnaðir, so fellur lýsingin undir greinina í marknaðarføringslógini, sum krevur upplýsingar um kontantprís, kredittútreiðslur sum ein upphædd og árligu útreiðslurnar í procentum fyri kredittin.