Lýsingar og lýsingatilfar á føroyskum máli

Í § 7 a, stk. 1 í marknaðarføringslógini er ásett, at lýsingar og lýsingatilfar, ið er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum.
Marknaðarføringslógin er galdandi fyri alla marknaðarføring í Føroyum. Í lógini verður ikki skilt í millum, hvørt lýsingatilfarið er ætlað føroyingum ella útlendingum, ið eru í Føroyum. Avgerandi er, um talan er um marknaðarføring beinleiðis til brúkarar og um marknaðarført verður í Føroyum. Um so er, skal lýsingin ella lýsingatilfarið vera á føroyskum.
Reglurnar um føroyskt lýsingatilfar er galdandi fyri allar lýsingamiðlar og er óheft av, hvør tøkni verður brúkt. Lýsingabløð, ið vinnurekandi í Føroyum og øðrum londum senda til føroysk húski, aðrar lýsingar í bløðum umframt lýsingar í útvarpi, sjónvarpi og á internetinum skulu sostatt vera á føroyskum, tá endamálið er at fáa brúkarar at keypa eina vøru ella tænastu.
Ásetingin í § 7 a, stk. 1 er ikki grundað á nakra ávísa fatan av, hvat ið er føroyskt mál. Lýsingartekstir kunnu vera á gerandismáli, og skulu lániorð og annað vanligt útlendsk árin á føroyskt tískil ikki útihýsast. Brúkaraumboðið skal kortini vísa á, at um vit hava vanlig føroysk heiti fyri vøruna ella tænastuna, so skal tað brúkast. Harumframt skal kunningin um vøruna ella tænastuna verða á føroyskum máli.