Átalu fyri skeiva marknaðarføring

Tá lýst verður við tilboði, skal upprunaprísur vera upplýstur. Brúkaraumboðið gav handli átalu fyri ikki at hava upplýst upprunaprísir í tilboðslýsingunum á heimasíðuni í samband við Black Friday.

Avgerð

27. februar 2020

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 9, stk. 3

Brúkaraumboðið hevur givið handli átalu fyri brot á marknaðarføringslógina, tí upprunaprísirnir ikki vóru upplýstir í tilboðslýsingum á heimasíðuni í samband við Black Friday.

- Tá lýst verður við útsølu ella tilboðum er av týdningi fyri bæði brúkarar og onnur handilsvinnurekandi, at upprunaprísurin verður upplýstur, eisini á heimasíðuni.

Í lýsingunum var nevnt, hvussu stórur avslátturin var frá upprunaprísinum, men tað er ikki nóg mikið. Á somu heimasíðu bar til at lesa tilboðsblaðið, sum var borið í hvørt hús, og har var upprunaprísurin tilskilaður, men Brúkaraumboðið ger vart við, at upprunaprísirnir skulu nevnast í øllum tilboðslýsingum á heimasíðuni.

Handilin hevur upplýst, at tað var ein misskiljing, at upprunaprísirnir ikki vóru nevndir á heimasíðuni hjá handlinum, og at tikið er stig til, at brotið ikki endurtekur seg.