Bilasølur lýstu við ófullfíggjaðum prísi
Bilasølur lýstu við prísi uttan meirvirðisgjaldi.
Avgerð
8. mai 2024
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 13
Brúkaraumboðið fekk nakrar fráboðanir frá borgarum um fyritøkur, sum lýstu prís uttan meirvirðisgjald. Fráboðanirnar snúðu seg um lýsingar á bæði heimasíðu og sosialum miðlum. Talan var um lýsingar fyri elbilar hjá fýra bilasølum. Brúkaraumboðið setti seg í samband við hesar fyritøkur, og greiddi frá reglunum.
Lógargrundarlag
Í § 13 í marknaðarføringslógini er ásett, at: ”Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.”
Marknaðarføring av prísi
Tá prísir á motorakførum verða marknaðarførdir til brúkarar, skulu hesir vera við meirvirðisgjaldi. Skipanin við elbilum ger, at tað er møguligt at fáa upp til 70.000 kr. av meirvirðisgjaldinum endurrindað. Tí metir Brúkaraumboðið, at tað er í lagi, at bilasølur eisini upplýsa um prísin eftir mvg-afturberingina. Men Brúkaraumboðið vísti eisini á, at samlaði prísurin við mvg skal altíð verða týðiliga upplýstur.
Tann eina bilasølan spurdi Brúkaraumboðið um prísurin á gjaldi fyri levering og gjald fyri rustviðgerð eisini skuldi upplýsast saman við prísinum.
Brúkaraumboðið greiddi frá, at tá talan er um gjald fyri levering, so er talan um útreiðslur, sum kundin í hesum føri altíð má rinda til bilasøluna, fyri at fáa bilin. Tá eigur tann kostnaðurin at vera innroknaður í prísin.
Er talan hinvegin um gjald fyri rustverju, so er hetta ein eykatænasta, sum ikki skal roknast upp í prísin. Tí skal hesin kostnaður upplýsast fyri seg.