Fyritøka upplýsti ikki um ómaksgjald
Brúkaraumboðið tók avgerð í máli um ómaksgjald. Taka fyritøkur ómaksgjald, eigur tað at vera upplýst. Ómaksgjaldið skal vera upplýst har prísurin stendur.
Avgerð
1. mai 2024
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 13
Borgari vendir sær til Brúkaraumboðið um eina fyritøku, ið ikki upplýsti um avgreiðslugjald, har sum prísurin var lýstur. Borgarin greiddi frá, at tá hon fór inn á heimasíðuna hjá fyritøkuni, var prísurin fyri tiltakið kr. 125,00. Men tá hon so skuldi gjalda, kom kr. 10,00 í avgreiðslugjaldi afturat fyri hvørt atgongumerki, umframt 43 oyru í kortgjaldi. Brúkarin vendir sær tí til Brúkaraumboðið, og greiddi frá, at tað var bara gjørligt at keypa atgongumerkið á netinum, og tí slapp hon ikki undan at gjalda hesi avgjøld.
Brúkaraumboðið vísti á, at vinnurekandi kunnu taka avgreiðslugjald/ómaksgjald fyri vørur og tænastur, tey veita. Men ásetingin um prísupplýsingar í § 13 í marknaðarføringslógini setir krav um, at tá selt verður til brúkarar, skal samlaður prísur altíð upplýsast. Í teimum føri, har eingin brúkari kann keypa atgongumerki uttan at gjalda avgreiðslugjald, eigur prísurin at vera upplýstur við avgreiðslugjaldi.
Avgreiðslugjaldið eigur at standa sama stað sum prísurin. Tað vil siga, at er prísurin marknaðarførdur á lýsingini á forsíðuni á heimasíðuni, eigur avgreiðslugjaldið eisini at standa har, soleiðis at brúkarin sær samlaða prísin beinanvegin.
Brúkaraumboðið setti seg í samband við fyritøkuna, og bað um at upplýsa samlaða prísin fyri hvørt atgongumerkið.
Hetta kann gerast antin við at prísurin verður lýstur íroknað ómaksgjald ella at upplýsa um prís + ómaksgjald. Avgerandi er, at brúkarin beinanvegin sær hvat samlaði prísurin er. Brúkarumboðið hevur gjørt nýggja vegleiðing um ómaksgjøld, og er hon send hesi fyritøku, og øðrum fyritøkum, ið heldur ikki upplýstu um avgjøld.