Fyritøka upplýsti prís, tá meirvirðisgjaldið varð endurrindað
Fyritøka broytti lýsing á Facebook, eftir at Brúkarumboðið vísti á, at prísur til brúkarar altíð skal upplýsast við meirvirðisgjald.
Avgerð
16. desember 2024
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 13
Fyritøka, ið veitir jarðhitaloysn, lýsti á Facebook við prísi uttan meirvirðisgjaldi.
Í lýsingini var bara ein prísur upplýstur, og tað var prísurin uppá vøruna, tá meirvirðisgjaldið var endurrindað.
Brúkaraumboðið setti seg í samband við fyritøkuna, og vísti á, at tað er í lagi at upplýsa hvat vøran kostar, tá meirvirðisgjaldið er afturborið, men tann fullfíggjaði prísurin, sum borgarin rindar av fyrstan tíð skal eisini altíð verða upplýstur. Víst varð eisini á, at tað eru ávísar treytir knýttar at endurrindanini av meirvirðisgjaldinum, sum skulu vera uppfyltar fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurrindað. Tí er tað ikki altíð sikkurt, at meirvirðisgjaldið í heila tikið verður endurgoldið.
Lógargrundarlagi
Í § 13 í marknaðarføringslógini er ásett, at: ”Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.”