Hotell broytti sølulýsing eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum
Hotell hevði sølulýsing, har upplýst var ein prísur áljóðandi úr 399 kr. fyri dupultkamar. Kortini var ikki møguligt at bíleggja kamar fyri 399 kr. Einkultkamar kostaði 650 kr. og dupultkamar 798 kr. Brúkaraumboðið bað hotellið broyta lýsingina.
Avgerð
24. januar 2022
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 3
Marknaðarføringslógin § 9
Marknaðarføringslógin § 13
Eitt hotell hevur eftir samskifti við Brúkaraumboðið broytt eina sølulýsing. Í sølulýsingini var upplýst ein prísur áljóðandi úr 399 kr. fyri dupultkamar. Kortini var ikki møguligt at bíleggja kamar fyri 399 kr. Einkultkamar kostaði 650 kr. og dupultkamar 798 kr.
Brúkaraumboðið vísti í skrivi til hotellið á, at tað er villleiðandi marknaðarføring um prísupplýsingar, og at í § 13 í lóg um marknaðarføring er krav um, at samlaður prísur verður upplýstur fyri tænastuna.
Brúkaraumboðið metti, at tá talan er um marknaðarføring við einum úr prísi og upplýst er, at talan er um dupultkamar, men møguligt er ikki at fáa eitt dupultkamar fyri henda prís, so er hetta villleiðandi sambært § 3 í marknaðarføringslógini. Eisini metti Brúkaraumboðið, at marknaðarføringin er brot á § 13, tí samlaður prísur á 798 kr. varð ikki upplýstur.
Brúkaraumboðið vísti á, at tilboðstreytirnar í sølufremjandi tiltøkum skulu, sambært § 9 í marknaðarføringslógini, verða greiðar og týðiligar, soleiðis at brúkarin lættliga kann kunna seg um treytirnar.
Hotellið broytti sølulýsingina soleiðis, at tað er greitt fyri brúkaranum, at tilboðið er galdandi fyri dupultkømur, tá tvey gista saman, og at prísurin tá er 399 kr. fyri hvønn.
Lógargrundarlag
“§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa
samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.
Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.”