"Ja takk prísur" uttan at upplýsa um undanprís - er tað loyvt?
Avgerð
6. august 2025
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin 9, stk. 3
Brúkaraumboðið fekk fleiri fráboðanir frá borgarum um, at vinnurekandi høvdu tey sokallaðu “Ja takk tilboðini”, uttan at upplýsa nakran undanprís. Borgararnir vildu vita, um hetta var lógligt.
Eftir at hava hugt nærri at lýsingunum varnaðist Brúkaraumboðið, at lýst varð ikki við tilboði, men um “Ja takk” ella “Ja takk prís”. Brúkaraumboðið vísti á, at av tí, at talan ikki var um tilboð, er einki krav um, at upplýsa undanprís. Víst varð á, at hetta kundi síggjast sum ein annar máti hjá vinnurekandi at marknaðarføra seg uppá. Brúkaraumboðið metti sostatt ikki, at tað var í stríð við marknaðarføringslógina, at handilin skrivaði “Ja takk” um sølu av eini vøru.
Ein av borgarunum vísti tó á, at hesin marknaðarføringsháttur gevur brúkarum eina fatan av, at her var talan um eitt tilboð, og metti hann sostatt, at hetta svaraði til, at tann vinnurekandi skrivaði “Ja takk tilboð”.
Hví er tað loyvt at marknaðarføra seg við "Ja takk prísur" tá tað líkist "Ja takk tilboð"?
Brúkaraumboðið dugir væl at síggja, hvat viðkomandi borgari meinar við, men er kortini av teirri fatan, at av tí at orðið “tilboð” ikki verður brúkt, so kann krav ikki setast til, at tann vinnurekandi skal skriva undanprís, tí talan er jú ikki um eitt tilboð.
Eisini ber til at brúka útsagnir so sum “góður prísur”, “sera bíligt”, tá talan ikki er um tilboð, men bara ein góðan prís.
Brúkaraumboðið skal harafturat vísa á, at vinnurekandi skulu hava so víðar ræsur sum til ber, og tí má atlit takast til, at alt ov strammar reglur ikki verða settar til, hvussu tey sleppa at marknaðarføra seg.
Brúkar tann vinnurekandi hinvegin orðingina tilboð ella niðursettur prísur ella
líknandi, er altíð krav um at upplýsa undanprís.