“Ja takk tilboð” uttan upplýstan undanprís – tað er ikki loyvt!

Brúkaraumboðið bað vinnurekandi um at upplýsa undanprísin í "Ja takk tilboðunum"

Avgerð

12. mai 2025

Brúkaraumboðið hevur móttikið nakrar fráboðanir um “Ja takk tilboð”, har eingin undanprís varð upplýstur. Brúkaraumboðið setti seg í samband við tey vinnurekandi, og vísti á § 9, stk. 3 í marknaðarføringslógini, sum ásetir, at tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum. Kundin skal síggja hvussu stóra sparingin er, og harvið eisini hvussu gott tilboðið er.

"Er talan um tilboð, skal undarprísur verða upplýstur", vóru greiðu boðini frá Brúkaraumboðnum, ið bað tey vinnurekandi um at rætta hetta soleiðis, at undanprísur verður upplýstur.

Eftir áheitanirnar frá Brúkaraumboðnum rættaðu tey vinnurekandi lýsingarnar.