Ómaksgjøld, sum bilaleigufyritøkur taka fyri koyring í undirsjóvartunlum

Brúkaraumboðið bað bilaútleigarar upplýsa greitt hvørjar treytir eru galdandi fyri útleigan. Brúkaraumboðið vísti eisini á, at tá tað kemur til ómaksgjøld, skal hetta greitt upplýsast. Tað skal tí greitt tilskilast, hvat kostnaðurin hjá Tunnilsfelagnum er fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar, og hvussu høgt ómaksgjald bilaleigufyritøkurnar leggja omaná. Hesa kunningina skal kundin greitt fáa at vita, áðrenn hann góðtekur leiguavtaluna. 

Avgerð

10. apríl 2026

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 3

Marknaðarføringslógin § 13

Brúkaraumboðið hevur fingið fleiri fyrispurningar og klagur frá ferðafólki, sum klaga um prísin fyri at koyra í føroysku undirsjóvartunlunum. Vegna útlendskar leigarar av bilum, hava Visit Faroe Islands og P/F Tunnil eisini sett seg í samband við Brúkaraumboðið, tí ferðafólk venda sær eisini til teirra við somu atfinningum.

Brúkaraumboðið hevur í hesum sambandi kanna ómaksgjøldini hjá fleiri bilaleigufyritøkum. Her kundi staðfestast, at bilaleigufyritøkurnar taka sera høg ómaksgjøld fyri at koyra í undirsjóvartunlum, og at kundarnir í fleiri førum ikki verða upplýstir nóg væl um kostnaðin áðrenn teir gera leiguavtaluna.

Brúkaraumboðið skal tí vísa á, at bilaútleigarar skulu upplýsa greitt hvørjar treytir eru galdandi fyri útleigan, herundir:

  • Hvat kostar tað fyri kundan at koyra í gjøgnum teir ymisku undirsjóvartunlarnar. (Tað skal greitt framganga, um gjaldið fevnir um einvegis túr ella koyring báðar vegir).
  • Tað skal greitt tilskilast, hvat kostnaðurin hjá Tunnilsfelagnum er, og hvussu høgt ómaksgjald verður lagt oman á. Hesa kunningina skal kundin greitt fáa at vita, áðrenn hann góðtekur leiguavtaluna.
  • Um koyring í nøkrum undirsjóvartunlum er ókeypis fyri kundan, skal tað greitt tilskilast hvørjar tunlar talan er um.


Eitt ómaksgjald skal ikki vera órímiliga høgt í mun til tænastuna, sum ómaksgjaldið fevnir um. Støddin á ómaksgjaldinum skal svara til tær rímiligu útreiðslurnar, sum eru tengdar at gjaldinum, tikið verður ímóti. 

Brúkaraumboðið metir, at ómaksgjøldini fyri at koyra í undirsjóvartunlunum generelt eru ov høg, og í summum førum, alt ov høg. Víst verður á, at tá bilaleigufyritøkur taka ein okurs prís í ómaksgjøldum, í staðin fyri at hava ein hægri leigukostnað fyri bilarnar, er talan um villleiðandi og óhóskandi prísmarknaðarføring í stríð við § 3 í marknaðarføringslógini. 

Alt skrivið til bilaleigufyritøkurnar kann lesast her