Postkassi kostaði 199 krónur á nethandlinum, men 479 krónur í handlinum
Avgerð
9. apríl 2025
Brúkaraumboðið móttók eina fráboðan frá einum borgara um, at ein vinnurekandi tók ein nógv hægri prís fyri somu vøru í handlinum enn í nethandlinum.
Málið snúði seg um ein handil í Føroyum, sum er partur av eini størri ketu, við nógvum handlum í eitt nú Danmark. Borgarin ynskti at keypa ein postkassa frá handlinum, og varð vístur til eina danska heimasíðu, har prísurin fyri postkassan var 199 krónur. Borgarin kundi keypa postkassan inni á heimasíðuni, og tá hann heintaði postkassan í handlinum í Føroyum fór postkassin at kosta 278 krónur, sum so var í lagi, eftirsum talan var um ein danskan prís. Tó, so riggaði heimasíðan ikki, og borgarin fór tí í handilin sjálvan at keypa sama postkassa beinleiðis úr handlinum. Í handlinum stóð
postkassin til at kosta 479 krónur, og helt borgarin ikki hetta verða rætt, og setti seg tí í samband við Brúkaraumboðið.
Niðurstøðan frá Brúkaraumboðnum
Brúkaraumboðið vísti á, at tá talan er um mismun á prísi á nethandli og fysiskum handli, ger Brúkaraumboðið einki við hetta. Tað er ikki í stríð við marknaðarføringslógina, at vinnurekandi hava ein prís á nethandlinum, og ein annan prís inni í handlinum.
Brúkaramboðið vísti tó á, at hetta er treytað av, at tað greitt framgongur, hvat prísurin er á nethandlinum, og hvat prísurin er inni í fysiska handlinum.
Brúkaraumboðið metti sostatt ikki, at tað var grundarlag fyri at gera meira við málið.