Sama vøra uppá tilboð, men ymiskir undanprísir

Fyritøka hevði eina song uppá tilboð eina viku fyri 6.500 krónur, har undanprísurin varð 12.999 krónur. Næstu vikuna var sama song uppá tilboð fyri 7.200 krónur, men nú var undanprísurin 14.399 krónur. Tá vinnurekandi seta vøru upp á tilboð, skal undanprísur upplýsast. Undanprísurin skal kunna skjalprógvast.

Avgerð

27. februar 2024

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 9, stk. 2

Brúkaraumboðið fekk nakrar fráboðanir um eina fyritøku, sum hevði eina song uppá tilboð eina viku fyri 6.500 krónur, har undanprísurin varð 12.999 krónur, og næstu vikuna var sama song sett uppá tilboð fyri 7.200 krónur, har víst varð á ein undanprís áljóðandi 14.399 krónur. 
Brúkaraumboðið vendi sær til fyritøkuna beinanvegin, og bað um frágreiðing uppá hesar fráboðanir. Brúkaraumboðið greiddi fyritøkuni frá reglunum um prísmarknaðarføring í
marknaðarføringslógini, og vísti á, at tá talan er um tilboð, skal prísurin verða niðursettur í mun til egnan prís.

Vinnurekandi skulu kunna skjalprógva, at hava havt eina ávísa sølu av vøruni í einum tíðarskeiði á minst seks vikur, beint undan søluátakinum. Um prísurin í seks viku tíðarskeiðnum er ymiskur, kann bert samanberast við lægsta prísin í tíðarskeiðnum. 
Hetta merkir í hesum ítøkiliga føri, at lægsti prísurin fyri songina í tí seinna tilboðnum átti at verið 6.500 krónur, tí tað er tað lægsta sum songin hevur kostað, um hugt verður 6 vikur aftur í tíð. Í hesum føri vísti handilin á ein prís áljóðandi 14.399 krónur, sum enntá er hægri enn undanprísurin var fyrru vikuna. 
Handilin umbar fyri henda feil, og rættaði hann beinanvegin. 
Brúkaraumboðið vísti eisini á, at meðan tilboðið koyrir ber ikki til at broyta undanprísin á vøruni.