Skelting við prísi uttan pant
Brúkaraumboðið vísti á, at tá selt verður til brúkarar, skal samlaður prísur altíð upplýsast. Ein handil skeltaði við prísi á fløskur. Brúkaraumboðið bað tí ein handil rætta prísirnar alt fyri eitt, so at tað sást hvat samlaður prísur var, íroknað pant.
Avgerð
21. desember 2023
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 13
Brúkaraumboðið fekk fráboðan frá einum borgara um ein handil, sum marknaðarførdi prís á fløskum uttan pant. Í hesum føri var talan um fløskur av merkinum Kirvi. Tá borgarin kom til kassan var prísurin nakrar krónur hægri enn upplýsti prísurin á skeltinum, tí pantið varð lagt afturat við kassan. Tað vil siga, at borgarin ikki hevði møguleikan at síggja fulla prísin á vøruni, áðrenn hann fór at gjalda.
Tá fyritøkur selja til privatar brúkarar, skal fyritøkan altíð upplýsa endaliga prísin, tvs. íroknað fløskupant ella onnur avgjøld. Brúkarin skal fáa upplýst fullfíggjaðan prís fyrstu ferð brúkarin sær prísin. Hetta er galdandi bæði í lýsingum og tá talan er um keyp í handli.
Brúkaraumboðið bað handilin um alt fyri eitt at rætta prísirnar soleiðis, at tað sást, hvat samlaði prísurin er íroknað fløskupant.