Marknaðarføring av prísi
Prísir skulu vera rættir, greiðir og fullfíggjaðir.
Tá prísur verður upplýstur ella marknaðarførdur til brúkarar, skal hann verða givin á ein hátt, sum ger tað greitt, hvør endaligi prísurin er. Brúkarin skal sostatt ikki hava tørv á at rokna seg fram til samlaða prísin, hvørki fyri vørur ella tænastur.
Tá tú sum vinnurekandi handlar við brúkarar, skalt tú altíð upplýsa prísin við meirvirðisgjaldi (mvg) og øllum avgjøldum. Viðskiftafólkið skal týðiliga síggja prísin á øllum vørum.
Tá ið viðskiftafólkini koma inn í handilin, skulu tey týðiliga síggja, hvat ið allar vørurnar, ið liggja frammi til sølu í handlinum, kosta. Prísurin kann annaðhvørt standa á prísmerki á vøruni sjálvari, á einum hyllakanti ella á skelti. Eingin ivi skal vera um, hvørja vøru prísurin hoyrir til.
Viðskiftafólkini skulu eisini lættliga síggja prísin á teimum vørum, sum eru í sýnisglugganum.
Viðskiftafólkið kann vanliga krevja at keypa vøruna fyri tann prís, ið stendur á prísmerkinum, eisini hóast prísurin av misgáum er skeivur. Nøkur undantøk eru kortini. Tað kann t.d. vera vøra, sum annað viðskiftafólk hevur flutt og t.d. hevur lagt á borð við útsøluvørum.
Viðskiftafólkið kann heldur ikki krevja at fáa vøruna fyri skeivan prís, um tað er eyðsýnt, at talan er um feil. Tað kann t.d. vera eitt prísskelti frá bíligari vøru, sum er dottin niður á eina ógvuliga dýra vøru.
Vinnurekandi taka ofta fyrivarni fyri prísvillum. Um prísvillur koma fyri, er týdningarmikið, at tann vinnurekandi rættar prísin so skjótt sum til ber.
Viðskiftafólkið hevur krav at fáa prísin á vøruni. Tann vinnurekandi skal eisini kunna um veitingarkostnað, onnur avgjøld, útreiðslur og annað slíkt.
Vendir heimasíðan sær til vanligar brúkarar, skal ásetti prísurin altíð vera við mvg, ómaksgjaldi og øllum útreiðslum.
Útgangsstøðið er, at ásettir prísir vanliga eru bindandi. Tað merkir, at viðskiftafókikð hevur rætt til at keypa vøruna fyri ásetta prísin, eisini hóast hann er skeivur.
Nøkur undantøk eru tó kortini til hetta útgangsstøðið. Viðskiftfókið kann til dømis ikki krevja at fáa vøruna fyri skeivan lágan prís, um tað er eyðsæð, at talan er um feil.
Les meira um skeivar prísir omanfyri undir spurninginum "Um handilin av misgáum upplýsir skeivan prís".