Ofta spurt um prísmarknaðarføring
Ja, men so skal hann upplýsa um treytirnar.
Brúkarin skal m.a. fáa at vita um:
- Aldurs- ella staðaravmarkingar
- Virðið á hvørjum einstøkum vinningi
- Vinnaramøguleiki, og hvussu nógvir vinningar eru í kappingini
- Hvussu valt verður – hvussu vinnari ella vinnarar verða funnir
- Nær vinnari verður drigin
- Hvar og nær navnið á vinnara verður almannakunngjørt
- Treytir fyri nær vinningur verður latin, heintaður ella fyrnaður
Les meira um treytir fyri kappingum her
Brúkaraumboðið hevur eisini gjørt eitt yvirlit yvir, hvat er loyvt at skriva og ikki í kappingum á sosialum miðlum.
Ja. Í § 8 í marknaðarføringslógini er ásett, at vinnurekandi skulu vera serliga varðin, tá marknaðarført verður mótvegis børnum og ungum, av tí at serligt fyrilit skal takast fyri vantandi royndum og størri góðtrúni hjá hesum móttakarabólki. Tað merkir, at lýsingin sum heild skal vera neyvari og jarðbundnari enn í tiltøkum vendum ímóti vaksnum.
Fastur lágprísur er ikki tað sama sum tilboð. Tá ein vøra einans verður seld fyri niðursettan prís, er talan ikki um eitt tilboð, men heldur um fastan lágprís.
Í allari marknaðarføring av prísi skal fullfíggjaður prísur upplýsast. Um upplýst verður um annan kostnað, skal fullfíggjaði prísurin upplýsast minst líka væl. Her verður serliga hugsað um stødd á skrift, liti, hvar í marknaðarføringini upplýsingarnar verða settar, ljóð, myndir, um ymisku prísupplýsingarnar vísast samstundis o.s.fr.
Tað er villleiðandi at marknaðarføra vørur ella tænastur, sum ein ikki hevur til sølu.
Um bert fá eintøk eru til sølu ella royndir vísa, at tilboðið er so mikið gott, at væntast kann, at útselt verður skjótt ella beinanvegin, skal fyrivarni takast um avmarkaða nøgd. Hetta er ein meting, sum skal gerast av tí vinnurekandi, har hann skal meta um, hvørt eftirspurningurin á tilboðnum ikki kann nøktast.
Við slíkum støðumetingum skal dentur verða lagdur á vøruslag, góðsku, prís, og hvussu stórt marknaðarátakið verður. Eisini skal dentur verða lagdur á viðurskifti sum til dømis, um tann vinnurekandi áður hevur upplivað, at veitarin ikki hevur megnað at veita nóg nógva vøru, um líknandi vøra áður hevur verið útseld innan stutta tíð, og um talan er um eina serliga árstíðarbundna vøru.
Í metingini av, um tann vinnurekandi skal taka fyrivarni fyri avmarkaðari nøgd, skal dentur leggjast á, hvat slag av vøru talan er um, góðsku og prís sammett við, hvussu væl søluátakið er lýst.
Fyrivarni skal standa saman við tilboðnum. Fyrivarni kunnu vera til dømis, “so leingi, sum vørna er á goymslu” ella “avmarkað nøgd".
Um nøgdin er sera avmarkað, skal lýsast, hvussu nógv eintøk verða sett til sølu. Vanliga verður undir 10 stk. mett sum sera avmarkað.
Er marknaðarátakið galdandi fyri fleiri handlar, er útgangsstøðið, at vøran/tænastan er at finna í ølllum handlunum. Um hetta ikki er støðan, so skal upplýsast um, hvørjir handlar ikki hava vøruna/tænastuna.
Eitt ómaksgjald er ein upphædd, sum verður goldin fyri eina serliga tænastu, funskjón ella veiting, sum er knýtt at keypinum av eini vøru ella tænastu, og sum ikki verður rindað fyri eina sjálvstøðuga veiting.
Ómaksgjøld verða m.a. kravd, tá atgongumerki til tiltøk verða seld á netinum.
Ja. Um avgjald verður lagt afturat samlaða prísinum, skal tað upplýsast. Avgjaldið skal upplýsast har, sum prísurin er upplýstur fyrstu ferð.
Kortgjald er at meta sum avgjald, ið verður kravt afturat prísinum, og eigur tú eisini at vera upplýst. Til ber ikki altíð at vita frammanundan, hvat kortgjaldið verður. Men vinnurekandi eiga sum minstamark at upplýsa, at tað kemur eitt kortgjald afturat prísinum, soleiðis at brúkarin er kunnaður um tað.
Til ber at lesa meira um ómaksgjald her: Pdf Ómaksgjøld Avgreiðslugjald Og Kortgjald
Eitt ómaksgjald kann ikki vera órímiliga høgt í mun til tænastuna, sum ómaksgjaldið fevnir um. Støddin á eykakostnaðinum skal svara til tær rímiligu útreiðslurnar, sum eru tengdar at gjaldinum, tikið verður ímóti.
Ja. Ómaksgjald kann vera tikið í sambandi við útgjalding av elektroniskum gávukorti. Ómaksgjaldið skal tó vera avrátt frammanundan, og tað skal samsvara við tær veruligu útreiðslurnar, ið standast av at fáa virðið útgoldið.
Brúkaraumboðið skal tó vísa á, at tað eru serligar reglur fyri útgingin elektronisk gávukort. Tá ið gildistíðin er liðin, og upp til eitt ár eftir tað, kann tann vinnurekandi ikki krevja ómaksgjald fyri útgjalding.
Les vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum um elektronisk gávukort her
Verður lýst við "fyrr og nú" prísi, "føstum" prísi, "tilboðsprísi" o.s.fr., skal fasti prísurin hava verið galdandi í minsta lagi 6 vikur, áðrenn tilboðið kemur í gildi. Fyri gerandis - og árstíðarbundnar vørur er kravið 4 vikur.
Vilja vinnurekandi vísa á ein hægri fastan prís, skal tilboðsprísurin ella niðursetti prísurin vanliga vera galdandi í mesta lagi 2 vikur. Fyri gerandis- og árstíðarbundnar vørur er talan tó um í mesta lagi eina 1 viku. Verða hesar ásetingarnar ikki fylgdar, verður tilboðsprísurin roknaður sum nýggjur fastur prísur.
Vil tann vinnurekandi, at tilboðið skal vera galdandi longri enn 2 (1) vikur, so ber tað væl til, um gjørt verður vart við gildistíðina, sum tilboðið hevur, bæði tá ið tilboðið byrjar umframt áhaldandi, meðan tilboðið verður marknaðarført.
Gildistíðin fyri eitt tilboð kann tó í mesta lagi vera helvtin av tíðarskeiðinum, tá ið vøran hevur verið til sølu til normalprís, áðrenn tilboðið kom í gildi.
Vinnurekandi skulu hava í huga, at tá søluprísir eru lækkaðir skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vøruni.
Um sølufremjandi orðingar s.s. "tilboð" ella "átaksprísur" verða nýttar, so skulu tær hava eitt veruligt innihald, t.e., at talan skal vera um handil, sum loysir seg. Hetta er galdandi, hóast tað ikki verður lýst við serligari sparing. Við øðrum orðum ber til at siga, at tað ikki er loyvt at nýta sølufremjandi orðingar, sum einans fanga eygað, men ikki hava nakað veruligt innihald.
Ja, í summum førum kann ein vinnurekandi gera tað.
Tað er í lagi, um talan annaðhvørt er um byrjunarsølu ella eitt kunningartilboð, og um tað í marknaðarføringini verður gjørt vart við tað. Harumframt er tað ein treyt, at eftir átakið skal vøran í rættiliga langt tíðarskeið verða seld fyri tann prísin, sum meðan átakið vardi, varð lýstur sum vanligur prísur.
Ein annar møguleiki er, at fyritøkan kann skjalprógva, at vøran, áðrenn átakið byrjaði, í eitt rímiliga langt tíðarskeið var til sølu í øðrum handlum í somu handilsketu fyri tann prísin, sum í átakinum varð lýstur sum fastur prísur. í slíkum førum ber til at siga "vegleiðandi marknaðarprísur".
Einki forðar fyri at nýta framtíðarprísir sum sammetingargrundarlag, um sammetingin ikki villleiðir. Samanberingin skal vera røtt, viðkomandi og kunna skjalprógvast. Harumframt skal øll útsøgn um sparing í príssammetingini vera ítøkilig og greið, so at móttakarin skilur, hvat sparingin byggir á, og nær prísurin broytist.
Ja, tað er loyvt. Um tilboðið fyrst er til limir, kann vinnurekandi hereftir gott bjóða sama tilboð til øll, uttan at tað broytir fortreytirnar fyri at lýsa við einum føstum prísi. Hetta er so leingi sum vøran hevur verið til sølu til ein fastan prís, áðrenn tilboðið byrjar, og at marknaðarføringin er greið og ikki villleiðir.
Eitt fyrivarni um avmarkaða nøgd loysir ikki tann vinnurekandi frá ábyrgd, um tann vinnurekandi hevur lýst við einum tilboði uttan frammanundan at hava tryggjað sær veitingaravtalu. Í slíkum føri er talan um villleiðandi marknaðarføring.
Ja, tað er í lagi. Sambært marknaðarføringslógini forðar einki fyri at hækka prísin á vøru, sum áður hevur verið á útsølu ella hevur verið tengd av øðrum tilboði, eftir at útsølan ella tilboðið er liðugt.
Slíkar lækkingar eru í lagi, um tann vinnurekandi ikki gevur kundum fatan av, at talan er um "sparing her og nú" í mun til prísin, áðrenn útsølan byrjaði. Tískil skal vera víst til prísin frammanundan lækkaða prísinum. Tað er t.d. í lagi at lýsa við: Endaspurtur "Nú enn meira niðursett" og møguliga leggja eina orðing afturat s.s. "XX% sammett við prísin, áðrenn útsølan byrjaði".
Tað ber ikki til at seta eitt mark á, hvussu leingi ein afturlatingarútsøla kann halda fram, men um hon hevur hildið á í longur enn 3. mánaðir, verða herd krøv sett í verk fyri at skjalprógva, at fyritøkan letur aftur. Í eini afturlatingarútsølu ber ikki til at seta nýggjar vørur fram, tí eigur afturlatingarútsølan í seinasta lagi at gevast, tá ið vørurnar, sum stóðu frammi, tá ið afturlatingarútsølan byrjaði, eru seldar.
Harafturat er einans loyvt at brúka orðingina "afturlatingarútsøla" um vissa er fyri, at fyritøkan veruliga letur aftur.
Til ber at marknaðarføra mongdaravsláttur, tá ið vøran hevur verið seld fyri fastan prís pr. stk. eitt rímiliga langt tíðarskeið, t.e. 4 vikur fyri gerandisvørur og 6 vikur fyri aðrar vørur.
Samstundis skal bera til at keypa 1 stk. av vøruni fyri fasta prísin, sum sammett verður við.
Sum meginregla er eingin tíðaravmarking á, hvussu leingi lýst kann vera við mongdaravsláttri.
Avsláttarseðlar eru loyvdir, men sparingin má ikki vera villleiðandi.
Um avsláttarseðlar verða marknaðarførdir soleiðis, at teir í verki líkjast vanligum "fyrr og nú" tilboðum, so skulu somu reglur fylgjast sum fyri tilboðsprísir. Tað merkir, at vøran skal hava verið seld til fasta prísin í eina tíð áðrenn (vanliga 6 vikur- ella 4 vikur fyri gerandisvørur), og at avslátturin bara kann koyrast í avmarkaða tíð (vanliga 2 ella 1 viku fyri gerandisvørur).