Ómaksgjøld - avgreiðslugjøld og kortgjøld

Clay Banks Tgqumvhnlc4 Unsplash

Eitt ómaksgjald er ein upphædd, sum verður goldin fyri eina serliga tænastu, funku ella veiting, sum er knýtt at keypinum av eini vøru ella tænastu, og sum ikki verður rindað fyri eina sjálvstøðuga veiting.

Sí vegleiðing um ómaksgjøld - avgreiðslugjald og kortgjald her

Tá prísur verður upplýstur í marknaðarføring, skal prísurin vera rættur, greiður og fullfíggjaður. Upplýsti prísurin skal vera samlaði prísurin á vøruni, íroknað til dømis ómaksgjald, útreiðslur, meirvirðisgjald og líknandi, umframt øll onnur avgjøld.

At prísurin skal upplýsast samlaður merkir, at avgjøldini eisini skulu standa har, ið prísurin verður nevndur fyrstu ferð.

Kortgjald

Tann vinnurekandi skal upplýsa um eitt kortgjald verður lagt afturat samlaða prísinum.

Kortgjald er ein upphædd, sum kann verða kravd frá brúkaranum, tá hann keypir eina vøru ella tænastu á netinum. Støddin á kortgjaldinum er tengd at upphæddini, ið keypt verður fyri, og hvat slag av korti verður brúkt.