Søluprísur og eindarprísur

Súrepli Kiloprísur

Kunngerðin um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís, ásetur meira prísgjøgnumskygni á marknaðinum, og tað er gott fyri brúkaran og burdi eisini viðvirka til eina meira javna kapping á marknaðinum.

Við hesi kunngerð, kann Brúkaraumboðið eisini fremja eitt neyvari eftirlit, tí at kunngerðin ásetur rættiliga neyvt hvussu prísurin skal upplýsast.

Kunngerðin ásetur, at seljarin greitt og týðiligt skal upplýsa bæði søluprísin og, har tað er viðkomandi, eisini eindarprísin, t.v.s. t.d. kiloprís, liturprís, stykkjaprís ella meturprís. Hetta er galdandi bæði á sjálvum sølustaðnum (inni í handlinum), heimasíðum og í lýsingarbløðum.

Kunngerðin ger ger tað lættari hjá keyparum skjótt og lætt at kunna seg um prísin fyri eina vøru og at sammeta við eina líknandi vøru, hóast t.d. snið, nøgd og vekt er ymiskt frá vøru til vøru. Á henda hátt verður tað einfaldari hjá keyparum at velja millum ymsar líknandi vørur, serliga gerandisvørur.

Til ber at lesa alla kunngerðina við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

Sí kunngerðina her