Brúkaraumboðið fingið nýggja heimasíðu

08. apríl 2026

Heimasíðan

Nýggja heimasíðan er bygd upp við níggju høvuðsevnum, t.d. er eitt evni um villleiðandi marknaðarføring og eitt annað um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum o.s.fr. Við at trýsta á eitt evni, so er ætlanin, at lesarin skal fáa alla kunning um hetta evnið á einum stað, t.v.s. bæði kunning, avgerðir og svar upp á ofta settar spurningar. Við hesum vóna vit, at heimasíðan verður meira upplýsandi og brúkaravinarlig.

Ein av uppgávunum hjá Brúkaraumboðnum er at gera vegleiðingar til vinnurekandi og borgarar. Í sambandi við nýggju heimasíðuna, eru nærum allar vegleiðingar dagførdar og settar upp av nýggjum.