Brúkaraumboðið vil minna á reglurnar fyri kappingum á sosialum miðlum

05. desember 2023

Kappingar Á Sosialum Miðlum Tekstur Mynd

Í desember mánaða eru nógvar kappingar á sosialum miðlum. Har eru m.a. jólakalendarar og adventskalendarar við nógvum góðum vinningum. Men hvat er loyvt og hvat er ikki loyvt?

Brúkaraumboðið vil serliga minna á, at ikki er loyvt at krevja, at man skal frámerkja ein vin, fyri at luttaka í eini kapping. Hetta er brot á spammforboðið í § 6 í marknaðarføringslógini.