Løgfrøðilesandi í lestrarstarv hjá Brúkaraumboðnum

20. august 2026

Lyubomyr Reverchuk Rtd Lcsn6 U Unsplash

Brúkaraumboðið søkir eftir einum løgfrøðilesandi at byrja 1. oktober 2026 ella sambært nærri avtalu.

Um starvið
Í lestrarstarvi á Brúkaraumboðnum kemur tú í høvuðsheitum at arbeiða við løgfrøðiligum uppgávum, sum viðvíkja marknaðarføringslógini, gjaldslógini og aðrari brúkaraverjulóggávu. Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • At vegleiða borgarar og vinnurekandi um góðan marknaðarføringssið og um galdandi reglur á økinum
  • At skriva tíðindi, vegleiðingar og leiðreglur til heimasíðuna o.a.
  • At veita løgfrøðiligar metingar í sambandi við málsviðgerð
  • At arbeiða við lógarbroytingum
  • At luttaka í norðurlendskum arbeiðsbólkum
  • At røkja vanligt skrivstovuarbeiði og loysa ad hoc uppgávur

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og mennandi lestrarstarv, við fakligari menning í fokus.

Førleikar
Vit vænta at tú:

  • Ert løgfrøðilesandi
  • Ert fakliga væl fyri og hevur áhuga fyri lóggávu innan marknaðarføring og brúkaraverju
  • Ert skipað/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert fyrikomandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir væl at samskifta á skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum

 

Setanartreytir
Tú verður sett/ur sum tímaløntur, har vit vænta at tú kanst arbeiða í miðal umleið 12 tímar um vikuna, við møguleika fyri at arbeiða meira til tíðir. Tann lesandi kann, í sambandi við próvtøkur o.a. avtala nærri um broytta arbeiðstíð. Løn er eftir sáttmála við Starvsfelagið ella Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvsstaðurin er á Brúkaraumboðnum, Skálatrøð 20, Tórshavn. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknarfreistin er 8. september 2026. Umsókn, lívsrensl, prógv v.m. skulu sendast til rso@bruk.fo. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Sólheim, stjóra á tlf. 558000.

 

Um Brúkaraumboðið
Brúkaraumboðið er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur eftirlit við, at lóg um marknaðarføring og partar av gjaldslógini verða hildnar. Sí nærri á www.bruk.fo