Lýsing hjá Hoyrnini í stríð við marknaðarføringslógina

28. mai 2026

Mynd Av Hoyritólum

Í marknaðarføringini samanbar Hoyrnin hoyritól, sum fáast í almennu skipanini við hoyritól, sum bert fáast í Hoyrnini. Brúkaraumboðið metti, at marknaðarføringin skapti misálit á og lítilsmetti kappingarneyta. Eisini metti Brúkaraumboðið, at talan var um villleiðandi marknaðarføring og vísti á, at hetta var í stríð við góðan marknaðarføringssið.

Samanberandi lýsing má ikki skapa misálit á ella lítilsmeta kappingarneyta
Í lýsingini sást, uttast til vinstru, markerað við gulum, eitt slag av hoyritólum, sum fáast bæði í Hoyrnini og í almennu skipanini. Talan er um lágprístól við eldri tøkni og avmarkaðum møguleikum.

Lýsingin var bygd upp í stigum, har tilboðið hjá almennu skipanini bert var á niðasta trini, í meðan hoyritól, sum bert fáast hjá Hoyrnini, vóru á fleiri trinum upp eftir stiganum.

Harumframt var gjørdur ein greiður skilnaður í millum sokallað ”Einføld krøv”, har hoyritólini hjá almennu skipanini vóru sett, meðan ”Tíni krøv til hoyrnina í gerandisdegnum” og ”Fjølbroytt krøv” vóru har hoyritólini hjá Hoyrnini vóru sett inn.  

Brúkaraumboðið metti, at marknaðarføringin var villleiðandi, skapti misálit á og lítilsmetti vørurnar hjá almennu skipanini. Hetta er í stríð við § 5, stk. 2 í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið skal vísa á, at óansæð um bert Hoyrnin hevur tey mest framkomnu hoyritólini við nýggjastu tøknini, so er tað í stríð við marknaðarføringslógina at hava eina lýsing, sum lítilsmetir ella skapar misálit á vørurnar hjá einum kappingarneyta.

Brúkaraumboðið heitti á Hoyrnina, um at taka marknaðarføringina av heimasíðuni alt fyri eitt ella broyta marknaðarføringina soleiðis, at hon ikki var í stríð við marknaðarføringslógina.

Hoyrnin hevur boðað frá, at felagið tekur niðurstøðuna til eftirtektar, og hevur tikið tilfarið um ”Privat ella alment” av heimasíðuni. Brúkaraumboðið ger tískil ikki meira við málið.