Marknaðarføring á sosialum miðlum
02. juli 2026

Hevur tú skrollað á sosialum miðlum og sæð onkran, sum vísur fram vørur ella tænastur frá ávísum merki ella handli? Ja, so er tað møguliga ein ávirkari, sum lýsir fyri ein vinnurekandi ella fyri sína egnu fyritøku.
Tað er alt meira vanligt, at síggja fyritøkur brúka ávirkarar í marknaðarføring. Hetta verður gjørt í gjøgnum vanlig fólk á sosialu miðlunum. Her kunnu persónligar meiningar og viðmæli blandast við tilfari, sum hevur eitt vinnuligt endamál, og er tað tí torført hjá borgarum at gjøgnumskoða.
Tí eru eisini sett strong krøv til ávirkarar um, at tað greitt skal framganga um talan er um eina lýsing.
Nær er man ein ávirkari?
Tað skal ikki nógv til, áðrenn man verður sæddur sum ávirkari eftir marknaðarføringslógini. Um man fær onkran ágóða fyri at lýsa fyri eina fyritøku og okkurt slag av samstarvi er avrátt við fyritøkuna, antin skrivliga, munnliga ella undirskilt, - so er man ein ávirkari, og skal tí skriva ”lýsing”!
Nær skal man skriva ”lýsing”?
Ein ávirkari skal skriva ”lýsing” um hann t.d.:
- fær goldið fyri at leggja eitthvørt út um eina vøru ella fyritøku.
- sleppur at læna eitthvørt, verður boðin til móttøkur o.a., fær ymiskt ókeypis, fær eina tænastu ella ferð ókeypis ella við avsláttri. Afturfyri verður væntað, at ávirkarin varpar ljós á tað fyri ein vinnurekandi.
- hevur eina avtalu um samstarv við ein vinnurekandi.
- hevur kappingar ella «giveaways» fyri ein vinnurekandi.
- brúkar lýsingaleinki, sum gevur ávirkaranum samsýning, t.d. fyri hvørt klikk ella keyp.
- marknaðarførir sína egnu fyritøku á sínum persónliga vanga.
Hvussu skal frámerki gerast?
Øll skulu kunna skilja, at tað er lýsing, áðrenn ella í sambandi við, at tey síggja uppslagið.
Brúkaraumboðið mælir til, at frámerkt verður á sosialum miðlum á henda hátt:
- skriva “lýsing fyri [navn á fyritøku]” sum tað fyrsta í einum uppslagi, søgu (story) v.m. Onnur orð sum "samstarv", ”gáva”, "boðin", ”kapping” ella "[navn á fyritøku]" eru ikki nóg mikið at brúka,
- øll uppsløg v.m., sum innihalda lýsing verða frámerkt hvør sær,
- brúka týðiliga og stóra skrift.
Lýsing fyri egna fyritøku
Um ávirkarin lýsir fyri egnari fyritøku á sínum persónliga vanga, er neyðugt, at tað altíð verður skrivað ”lýsing fyri egna fyritøku” ella ”lýsing fyri egið virki” ella líknandi. Ein og hvør skal síggja, at talan er um lýsing, uttan at hava nakran kunnleika til vangan frammanundan.
Hvar eru hesi krøv galdandi?
Krøvini galda fyri allar sosialar miðlar, so sum Facebook, Instagram, Snapchat, TikTok, YouTube o.s.fr.
Eru børn og ung partur av fylgjaraskaranum?
Um ein partur av fylgjarunum eru undir 18 ár, eru herdar treytir til ávirkaran. Umráðandi er tá at hugsa um, hvat lýst verður fyri, og at tað eru summar lýsingar, ið eru óhóskandi fyri børn og ung undir 18 ár. Tað kann eisini vera lýsing av t.d. orkudrykkum, ið myndugleikar mæla frá, at børn og ung nýta.
Hevur tú fleiri spurningar?
Brúkaraumboðið hevur meira tilfar á heimasíðuni. Her kanst tú millum annað fáa svar upp á ofta settir spurningar og lesa eina meira fullfíggjaða vegleiðing um lýsingar á sosialum miðlum. Sí her
Fylg lógini!
Ávirkarin hevur eina ábyrgd at halda lógina, men lýsingastovur og vinnurekandi, sum ávirkarin samstarvar við, hava eisini eina ábyrgd av, at lógin verður fylgd!
Brúkaraumboðið hevur heimild at banna ólógliga marknaðarførslu. Brot kunnu revsast við bót.