Ómaksgjøld, sum bilaleigufyritøkur taka fyri koyring í undirsjóvartunlum

10. apríl 2026

Bilar2

Brúkaraumboðið hevur fingið fleiri fyrispurningar og klagur frá ferðafólki, sum klaga um prísin fyri at koyra í føroysku undirsjóvartunlunum. Vegna útlendskar leigarar av bilum, hava Visit Faroe Islands og P/F Tunnil eisini sett seg í samband við Brúkaraumboðið, tí ferðafólk venda sær eisini til teirra við somu atfinningum.

Brúkaraumboðið hevur í hesum sambandi kanna ómaksgjøldini hjá fleiri bilaleigufyritøkum. Her kundi staðfestast, at bilaleigufyritøkurnar taka sera høg ómaksgjøld fyri at koyra í undirsjóvartunlum, og at kundarnir í fleiri førum ikki verða upplýstir nóg væl um kostnaðin áðrenn teir gera leiguavtaluna.

Brúkaraumboðið skal tí vísa á, at bilaútleigarar skulu upplýsa greitt hvørjar treytir eru galdandi fyri útleigan, herundir:

  • Hvat kostar tað fyri kundan at koyra í gjøgnum teir ymisku undirsjóvartunlarnar. (Tað skal greitt framganga, um gjaldið fevnir um einvegis túr ella koyring báðar vegir).
  • Tað skal greitt tilskilast, hvat kostnaðurin hjá Tunnilsfelagnum er, og hvussu høgt ómaksgjald verður lagt oman á. Hesa kunningina skal kundin greitt fáa at vita, áðrenn hann góðtekur leiguavtaluna.
  • Um koyring í nøkrum undirsjóvartunlum er ókeypis fyri kundan, skal tað greitt tilskilast hvørjar tunlar talan er um.


Eitt ómaksgjald skal ikki vera órímiliga høgt í mun til tænastuna, sum ómaksgjaldið fevnir um. Støddin á ómaksgjaldinum skal svara til tær rímiligu útreiðslurnar, sum eru tengdar at gjaldinum, tikið verður ímóti. 

Brúkaraumboðið metir, at ómaksgjøldini fyri at koyra í undirsjóvartunlunum generelt eru ov høg, og í summum førum, alt ov høg. Víst verður á, at tá bilaleigufyritøkur taka ein okurs prís í ómaksgjøldum, í staðin fyri at hava ein hægri leigukostnað fyri bilarnar, er talan um villleiðandi og óhóskandi prísmarknaðarføring í stríð við § 3 í marknaðarføringslógini. 

Alt skrivið til bilaleigufyritøkurnar kann lesast her