Um stovnin

Brúkaraumboðið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Vinnumálaráðunum, og húsast í bygninginum hjá Vinnustovninum á Skálatrøð 20, Tórshavn.
Brúkaraumboðið hevur eftirlit við, at lóg um marknaðarføring og partar av gjaldslógini verða hildnar. Lóg um marknaðarføring er galdandi fyri privat vinnuvirksemi og alment virksemi, umframt fyri vinnuvirksemi hjá áhugafeløgum og felagskapum, í tann mun vørur og tænastur verða bjóðaðar út á marknaðinum. Gjaldslógin er galdandi fyri veitarar av elektroniskum peningi, gjaldstænastum og gjaldsmóttakarum.
Avgerðir Brúkaraumboðsins kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.
Brúkaraumboðið metir, at kunning er týðandi partur í arbeiðinum at fyribyrgja brot á marknaðarføringslógina og gjaldslógina. Brúkaraumboðið er javnan úti hjá fyritøkum, feløgum og miðnámsskúlum fyri at kunna um okkara arbeiðsøkir.
Brúkaraumboðið vegleiðir um hvussu reglurnar í marknaðarføringslógini skulu skiljast, og eru vegleiðingar innan ymisk evni at finna á heimasíðuni. Eisini ger Brúkaraumboðið leiðreglur í samstarvi við vinnuna. Vinnurekandi kunnu eisini biðja um at fáa eina forhandarmeting av, um ætlað marknaðarføringstiltøk eru í samsvari við marknaðarføringslógina.
Brúkaraumboðið hevur eftirlit við, at vinnurekandi halda marknaðarføringslógina og gjaldslógina. Um tú metir, at brot er framt á lóggávuna, kanst tú senda eina fráboðan ella klagu til Brúkaraumboðið.
Hvat kanst tú fráboða ella klaga um?
T.d:
- Villleiðandi ella skeivar lýsingar og marknaðarføring á netinum, sjónvarpinum, bløðum v.m.
- Prísupplýsingar, um hesir eru skeivir ella ófullfíggjaðir
- Um tú fært lýsingatilfar ella aðra marknaðarføring umvegis teldupost, sosialar miðlar, telefon v.m., ið tú ikki hevur biðið um (óumbidnar áheitanir)
- Fjaldar lýsingar. Hetta kann t.d. vera lýsingar, ið ikki eru eyðmerktar sum lýsingar
- Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, ið ikki vísa serligt atlit til henda aldursbólk
- Væntandi kredittupplýsingar í lýsingum, har tað í sambandi við keyp verður bjóðað fígging
- Um ein vinnurekandi noktar at taka ímóti kontantum peningi
- Um ein vinnurekandi noktar at rinda tær pening út fyri títt elektroniska gávukort
- Um ein upphædd verður tikin av tíni kontu, uttan samtykki
Hvussu kanst tú fráboða ella klaga?
Til ber at senda Brúkaraumboðnum eina fráboðan um marknaðarføring ella annað, ið tú heldur er umráðandi at Brúkaraumboðið tekur upp. Fráboðanin kann gerast dulnevnd. Tú kanst senda eina fráboðan her.
Tú kanst eisini klaga um marknaðarføring ella avtalutreytir hjá vinnurekandi, ið eru brot á lóggávu sum Brúkaraumboðið umsitur. Ein klaga kann ikki vera dulnevnd. Vilt tú klaga, kanst tú lesa meira her.
Brúkaraumboðið tekur ikki avgerð í málum, har keyparin t.d. ynskir at fáa avsláttur ella peningin aftur, tí ein mangul (ábrek) er við tí keypta. Ókeypis løgfrøðislig ráðgeving er at fáa hjá Rættarhjálp Føroya og Føroya rættur tekur avgerð í tílíkum málum.
Samskifti og samráðingar eru fyrstu stigini, sum verða tikin mótvegis virkjum og stovnum, tá ið víst verður á brot á marknaðarføringslógina og gjaldslógina.
Meginreglan er at Brúkaraumboðið fyrst fer samráðingarvegin, til tess at ávirka tann vinnurekandi at halda meginregluna um góðan marknaðarføringssið.
Brúkaraumboðið kan leggja sak við Føroya Rætt um forboð fyri ávísum handlingum, sum eru í stríð við marknaðarføringslógina. Um so er, at endamálið við einum forboði er í vanda fyri at fara fyri skeytið, kann Brúkaraumboðið sjálvt áleggja eitt fyribils forboð, men rættslig staðfesting av forboðnum skal leggjast fyri Føroya Rætt í seinasta lagi næsta yrkadag.
Fyri ávís brot í marknaðarføringslógina kann verða talan um dóm, har ið revsingin er bót, uttan so at hægri revsing er galdandi í aðrari lóggávu. Hetta er til dømis galdandi fyri villleiðandi marknaðarføring í § 3 og fyri forboð ímóti óumbidnum áheitanum í § 6.
Brúkaraumboðið kann fráboða løgregluna, um at seta í verk løgreglu kanning, eins og Brúkaraumboðið kann fráboða ákæruvaldið um at reisa ákæru. Um so er, at ákæra verður reist, kann Brúkaraumboðið krevja, at sakin verður førd av Brúkaraumboðnum ella øðrum starvsfólki hjá Brúkaraumboðnum.
Brúkaraumboðið hevur eftirlit við, at marknaðarføringslógin verður hildin, við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.
Marknaðarføringslógin regulerar økir so sum lýsingar, prísupplýsingar og villleiðandi útsagnir, men eisini ómaksgjøld, ymisk sløg av avsláttri, óumbidnar áheitanir v.m.
Lógargrundarlagið fyri virksemið hjá Brúkaraumboðnum er fyrst og fremst løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring, við gildiskomu frá 1. januar 2009. Marknaðarføringslógin er síðan broytt nakrar ferðir, seinast í 2022.
Sambært meginregluni í grein 1 um góðan marknaðarføringssið, so kann Brúkaraumboðið eisini taka stig í mun til brot á borgarliga brúkaraverjulóggávu, í hesum føri keypilóg, avtalulóg og brúkaraavtalulóg.
Brúkaraumboðið hevur eisini eftirlit við einum parti av gjaldslógini, anordning nr. 1223 fra 4. juni 2021 om ikrafttræden for Færøerne af lov om betalinger. Gjaldslógin kom í gildi 1. juli 2021.
Gjaldslógin fevnir m.a. um elektronisk gávukort og tilgóðarseðlar, rættin til at rinda kontant, óheimilaðar flytingar v.m.
Brúkaraumboðið sær kunning og undirvísing sum týðandi part av fyribyrging av møguligum brotum á marknaðarføringslógina og gjaldslógina.
Brúkaraumboðið bjóðar seg tí fram at undirvísa og kunna um arbeiðsøkini, sum vit varða av.
Innhaldið vil vera eftir nærri avtalu, men vil vera yvirskipað um ítøkilig evni.
Um ynski er at gera brúk av hesari tænastu, ber til at venda sær til Brúkaraumboðið á bruk@bruk.fo við nærri upplýsingum um, hvat evni innan lóg um marknaðarføring ella gjaldslóg ynskist nærri lýst.
Brúkaraumboðið hevur eftirlit við, at lóg um marknaðarføring og ávísar reglur í gjaldslógini (kapittul 5 og §§ 117-119, § 124, § 125 og brúkaraverjureglur í kapittul 6 og § 42, stk. 1 og reglur við heimild í § 42, stk. 2) verða hildnar.
Brúkaraumboðið er fevnt av innlitslógini. Hetta merkir sum meginregla, at øll, ið biðja um innlit í skjøl, vilja fáa innlit í skjøl hjá Brúkaraumboðnum. Tú kanst biðja um innlit við at senda ein teldupost til bruk@bruk.fo
Brúkaraumboðið tekur ikki avgerð í málum, har keyparin ynskir at slíta handilin t.d. orsakað av, at brek er við tí keypta. Ókeypis løgfrøðislig ráðgeving er at fáa hjá Rættarhjálp Føroya og Føroya rættur tekur avgerð í tílíkum málum.