Villleiðandi marknaðarføring

Ein av grundarsteinunum í marknaðarføringslógini er, at vinnurekandi ikki mugu brúka villleiðandi, niðrandi, skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar í marknaðarføringini ella goyma burtur upplýsingar, sum eru til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi, og sum hava týdning fyri keypið.