Brúkaraummæli

Mynd Av Best Quality Here

Menningin vísir, at alsamt fleiri borgarar lesa brúkaraummæli áðrenn teir taka avgerð um at keypa eina vøru ella tænastu á netinum. Hetta leiðir síðan til spurningin um, hvørt hesi brúkaraummælini eru eftirfarandi, soleiðis at borgarin veruliga kann stóla uppá, at tað sum verður skrivað her er rætt. Vísir tað seg, at upplýsingarnar eru skeivar, so kann borgarin hava tikið avgerð á einum skeivum grundarlagið. 

Brúkaraummæli spæla ein týðandi leiklut í kappingarførinum hjá tí vinnurekandi. Tað verða tí sett stór krøv til, at slíkar upplýsingar skulu vera rættar, áðrenn ein vinnurekandi brúkar upplýsingarnar í marknaðarføringini.