Átala og ávaring til báðar stóru fjarskiftisveitararnir

Tað er ikki loyvt at marknaðarføra seg við orðingini "Føroya besta", um tað ikki ber til at skjalprógva hetta. Brúkaraumboðið hevur givið bæði Føroya Tele og Vodafone átalu og ávaring, tí feløgini lýstu við Føroya besta ávíkavist 4G og farneti og sjóneti, men megnaðu ikki at skjalprógva hesi uppáhald.

Avgerð

4. oktober 2017

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 3, stk. 3

Brúkaraumboðið hevur givið bæði Føroya Tele og Vodafone átalu og ávaring, tí báðir veitararnir hava í lýsingum brúkt ”Føroya besta”. Føroya Tele um 4G og farnet og Vodafone um sjónet.

Fjarskiftisveitararnir hava kært hvønn annan fyri at brúka ”Føroya besta” í sínum lýsingum.

Brúkaraumboðið hevur víst til marknaðarføringslógina, sum ásetur, at upplýsingar um verulig viðurskifti skulu kunna skjalprógvast. Tí eru báðir fjarskiftisveitararnir bidnar um hvør í sínum lagi at skjalprógva, at uppáhaldini um ”Føroya besta” í lýsingunum eru røtt.

Hvørgin hevur svarað Brúkaraumboðnum við nøktandi skjalprógvum.

Brúkaraumboðið heldur, at tí er talan um brot á marknaðarføringslógina, sum kundu enda við bót. Men í hesum føri, tá báðir teir stóru fjarskiftisveitararnir hava mál hjá Brúkaraumboðnum um tað sama hjá hvørjum øðrum, verða málini ikki fráboðað løgregluni á hesum sinni, men bæði Føroya Tele og Vodafone fáa átalu og ávaring.

Samstundis ger Brúkaraumboðið báðum fyritøkunum greitt, at líknandi lýsingar ikki skulu verða nýttar í framtíðini, uttan at nøktandi skjalprógv eru fingin til vega.

Brúkaraumboðið kunnar eisini fyritøkurnar um, at skulu skjalprógv hava nøktandi próvstyrki, verður vanliga sett sum krav, at útsagnirnar eru grundaðar á úttalilsir, ummæli ella kanningar framdar av uttanveltaðum myndugleika við viðurkendum fakligum førleikum.