Besta fundarstað
Brúkaraumboðið metti, at útsagnin "Besta fundarstað" kom undir søluskvaldur, og tí kom undir undantakið til kravið um at skula skjalprógva útsagnina.
Avgerð
15. januar 2024
Lógargrundarlag
Marknarføringslógin § 3, stk. 3
Brúkaraumboðið fekk fráboðan um, at ein vinnurekandi lýsti við at hava "besta fundarstað". Brúkarin metti, at tá man lýsir við at hava "besta fundarstað", so eigur tann vinnurekandi at kunna skjalprógva tað.
Sambært § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini skulu upplýsingar um verulig viðurskifti kunna skjalprógvast. Brúkaraumboðið kann tí krevja, at útsagnir sum vinnurekandi brúka í sínari marknaðarføring skulu verða skjalprógvaðar.
Undantak til regluna í § 3, stk. 3 er, tá talan er um søluskvaldur. Søluskvaldur eru útsagnir, ið eru so subjektivar ella yvirdrivnar, at móttakarin veit, at hann ikki skal taka útsagnina fyri fult. Sum dømi um hetta slagið av søluskvaldri kann nevnast "óslítandi buksur".
Søluskvaldur kann eisini vera útsagnir, sum eru óítøkiligar og har tað ikki er gjørligt, hvørki at avsanna ella vátta útsagnina. Sum dømi kann nevnast "bestu bollar í býnum", tí hvat smakkar væl er ógvuliga subjektivt.
Brúkaraumboðið metti at útsagnin um besta fundarstað kom undir undantakið til § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini.