Ferðaskrivstova steðgaði lýsing
Ferðaskrivstova lýsti við ferð, har kundin kundi bíleggja í dag fyri einans 1800 kr. Tað vísti seg kortini, at frammanundangjaldið var 1800 kr. Kostnaðurin fyri ferðina var 6.900 kr.
Avgerð
15. februar 2017
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 13
Ferðaskrivstovan WeTravel hevur eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum steðgað eini lýsing fyri ferð til Rom á páskum. Í lýsing á Facebook var lýst við ferð til Rom, har sagt var: "Bílegg í dag fyri einans 1800 kr." Brúkaraumboðið helt, at hetta kundi skiljast, sum 1.800 kr. var kostnaðurin fyri ferðina, men á heimasíðuni hjá ferðaskrivstovuni stóð, at kostnaðurin fyri ferðina var 6.900 kr. Tað var frammanundangjaldið, ið var 1.800 kr.
Ferðaskrivstovan upplýsti, at møguligt er at bíleggja fyri 1.800 kr., so fekk brúkarin eitt skrivligt tilboð við ávísum hotelli og samlaðum prísi.
Brúkaraumboðið boðaði í skrivi lýsaranum frá, at tá prísur verður upplýstur, er tað samlaði prísurin, ið skal upplýsast og talan var tískil um villleiðandi marknaðarføring um prísupplýsingar. Víst varð til lógina um marknaðarføring, har millum annað stendur, at villleiðandi marknaðarføring er ikki loyvt og at tað er tann samlaði prísurin, ið skal upplýsast. Ferðaskrivstovan hevur eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum tikið lýsingina aftur.