Fráboðan um lágprískalendaran hjá Atlantic Airways
Brúkaraumboðið fekk eina klagu um lágprískalendaran á heimasíðuni hjá Atlantic Airways. Klagarin vísti á, at prísirnir í lágprískalendaranum samsvara ikki við teir veruligu prísirnar.
Avgerð
9. september 2025
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 3
Klagarin skuldi keypa ein ferðaseðil til Keypmannahavnar og heim aftur til Føroyar sama dag.
Klagarin hugdi ígjøgnum fleiri dagar, har ein bíligur prísur sæst á heildarmyndini yvir valda mánaðin, men tá hann skuldi bóka sær ferðaseðilin, kundi hann ikki fáa ferðaseðilin fyri tann prísin, sum varð upplýstur á heildarmyndini.
Brúkaraumboðið hugdi at ferðaseðlunum í lágprískalendaranum, og kundi staðfesta, at sera ofta var eingin ferðaseðil til sølu fyri ta upphædd, sum er upplýst í lágprískalendaranum. Hetta var eisini galdandi um fráferð og heimferð ikki var sama dag, ella um talan var um einvegis ferðaseðil. Hetta var eisini galdandi til onnur ferðamál enn Keypmannahavn.
Frágreiðing frá Atlantic
Atlantic vísti á, at orsøkin til, at lágprískalendarin og prísirnir í bíleggingarskipanini ikki samsvara, var at finna í teirra ’antibot’-verju. Talan er um eina tøkniliga avbjóðing, sum arbeitt verður við at loysa.
Atlantic hevur viðurkent, at eftirlitið við at halda lágprískalendaran dagførdan skuldi havt verið betri. Felagið hevur valt, at taka lágprískalendaran av heimasíðuni fyribils, í meðan arbeitt verður við at finna eina nøktandi loysn.
Niðurstøðan
Brúkaraumboðið kundi staðfesta, at talan er um eina tøkniliga avbjóðing, sum arbeitt verður við at loysa. Brúkaraumboðið metti, at tað var nøktandi, at lágprískalendarin varð tikin av heimasíðuni til ein nøktandi loysn er funnin. Brúkaraumboðið gjørdi tí ikki meira við málið.