Fráboðan um lýsing av vøru, har einki feittinnihald er upplýst
Brúkaraumboðið fekk fráboðan frá borgara, sum spurdi, um tað var loyvt hjá matvøruhandlum at lýsa við tilboðum uppá oksakjøt, uttan at upplýsa um samansetingina av kjøti og feitti.
Avgerð
14. november 2025
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 3
Brúkarin vísti á, at hann fór í ein handil at keypa malið oksakjøt, tí tað var uppá tilboð, men so hevði kjøtið eitt feittinnihald á 15-18%, sum er hægri enn tað hann hevði ætlað sær at keypt.
Brúkaraumboðið metir, at hetta sum borgarin vísti á, var ein týðandi upplýsing um vøruna, tí júst hendan vøran fæst við sera ymiskum feittinnihaldi. Soltnar vørur og vørur við hægri feittinnihaldi, mugu metast at vera ymiskar vørur. Vanliga verður munur gjørdur á hesum vørum tá tær verða settar á tilboð. T.d. kann nevnast at tá jogurt er uppá tilboð, verður vanliga skilt ímillum, um tað er lættijogurt ella vanligt jogurt. Tað er tískil viðkomandi fyri kundan, at vita hvør av hesum vørum eru uppá tilboð.
Niðurstøðan
Brúkaraumboðið tók hetta málið upp við marknaðardeildina hjá SMS samtakinum, hjá Poul Hansen og hjá Føroya Keypssamtøku, og heitti á hesi um framyvir, at upplýsa um feittinnihaldið, tá lýst verður við malnum kjøti.