Handil segði seg hava Føroya størsta nethandil og Føroya størsta nethandil við designvørum

Brúkaraumboðið viðgjørdi eitt mál, har ein handil, sum selur møblar o.a. marknaðarførdi seg við at hava Føroya størsta nethandil við designvørum. 

Avgerð

3. september 2025

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 3, stk. 2

Marknaðarføringslógin § 3, stk. 3

Brúkaraumboðið hevði fingið eina fráboðan frá borgara um, at útsøgnin um, at handilin hevði Føroya størsta nethandil var skeiv, og varð málið tí tikið upp við handilin. Brúkaraumboðið sá tá eisini, at handilin harumframt marknaðarførdi seg við at hava Føroya størsta nethandil við designara vørum.

Brúkaraumboðið vísti á § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini, sum ásetir, at upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar. Brúkaraumboðið kann tí krevja, at útsagnir og upplýsingar sum “Føroya størsti nethandil” ella “Føroya størsti nethandil av designvørum” verða skjalprógvaðar. Talan er um upplýsingar, sum í stóran mun kunnu mátast, og megnar tann vinnurekandi ikki at skjalprógva, at nethandilin er hin størsti í Føroyum, ella at nethandilin er hin størsti av designvørum, so er talan um villleiðandi marknaðarføring sambært § 3, stk. 2 í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið bað tí um skjalprógv fyri hesum útsagnum, ella at handilin broytti orðingarnar um tær ikki vóru rættar.

Handilin skjalprógvaði, at hann hevði Føroya størsta nethandil av designvørum, men metti seg ikki hava brúkt orðingina “Føroya størsta nethandil”, men vísti Brúkaraumboðið á skjalprógv fyri, at handilin hevði brúkt hesa orðing. Handilin vísti á, at tað sum varð meint við, var at hann hevði Føroya størsta nethandil við designvørum.

Niðurstøðan

Brúkaraumboðið vísti á, at orðingin um Føroya størsta nethandil kann skiljast sum, at handilin hevði Føroya størsta nethandil yvirhøvur og innan allar vørubólkar, og um handilin ikki kundi skjalprógva hesa orðing, so kundi hon ikki brúkast, ella var talan um villleiðandi marknaðarføring sambært § 3, stk. 2 í marknaðarføringslógini.

Handilin tók hetta til eftirtektar, og brúkti einans orðingina “Føroya størsti nethandil við designvørum”, tí hetta var skjalprógvað.