Handil skeltaði skeivt í samband við mongdaravsláttur

Handil hevði vørur á stativi, og lýsti við tilboð "3 fyri 2", og at kundin kundi fáa tí bíligastu ókeypis. Men avslátturin var bara galdandi fyri vørurnar á tveimum teimum ovastu hillunum.

Avgerð

6. august 2024

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 3

Brúkaraumboðið fekk fráboðan frá borgara um skeiva prísskelting í handli. 
Handilin hevði vørur til sølu á einum stativi, har lýst varð við “Ferðastøddir, 3 fyri 2, fá tí bíligastu ókeypis”. Tá kundin skuldi gjalda fyri vørurnar varð sagt, at avslátturin einans var galdandi fyri vørurnar á tveimum teimum ovastu hillunum. Einki frámerki var á stativinum um hesa avmarking. 

Brúkaraumboðið setti seg í samband við fyritøkuna, og vísti á § 3 í marknaðarføringslógini, at ikki er loyvt at leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi. 
Fyritøkan rættaði hetta beinanvegin, og Brúkaraumboðið gjørdi tískil ikki meira við málið.