Heimsins besti kompressari
Marknaðarføra vinnurekandi eina vøru sum "Heimsins besta", skal tað kunna skjalprógvast at hon er heimsins besta.
Avgerð
8. august 2024
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógjn § 3, stk. 3
Brúkaraumboðið viðgjørdi mál, har fyritøka marknaðarførdi seg til at hava “Heimsins besta kompressara”. Sambært § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini skulu upplýsingar um verulig viðurskifti kunna skjalprógvast. Brúkaraumboðið kann tí krevja, at útsagnir sum t.d. “Heimsins besti kompressari” verða skjalprógvaðar.
Talan er um upplýsingar, sum í stóran mun kunnu mátast, og megnar tann vinnurekandi ikki at skjalprógva, at kompressarin í hesum føri veruliga er heimsins besti, so er talan um villleiðandi marknaðarføring sambært § 3, stk. 1 og 2 í marknaðarføringslógini.
Í hesum málinum vísti Brúkaraumboðið á, at tað ber til at brúka aðrar útsagnir í staðin, t.d. “møguliga heimsins besti kompressari” ella “vit halda heimsins besti”.