Matstova, ið seldi skundmat marknaðarførdi við tilboði, sum kundin ikki kundi fáa

Brúkaraumboðið fekk eina klagu frá einum borgara, sum gjørdi vart við villleiðandi tilboð hjá matstovu, sum seldi liðugt gjørdan mat úr húsinum. Matstovan marknaðarførdi seg við einum tilboði "Mánadag til mikudag", har kundin kundi keypa ymisk tilboð í hesum tíðarskeiðnum. 

Avgerð

5. november 2025

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 3, stk. 2

Kundin vísti á, at hann ikki kundi fáa hetta tilboðið, tí klokkutíðin nær tilboðið var galdandi broyttist hvønn dag, tá tíðspunktið nærkaðist, og vil tað siga, at tilboðið sostatt ongantíð var tøkt. Kundin hevði fylgt støðuni í tríggjar dagar á rað, og sama skil var hvønn dag.

Brúkaraumboðið kannaði málið nærri, og varnaðist, at tá hugt varð eftir tilboðnum fyrrapart, so varð kvøldartíð víst, men tá hugt varð um kvøldið, so varð tilboðið fyrrapart víst.

Brúkaraumboðið setti seg síðan í samband við matstovuna, og vísti á § 3, stk. 2 í marknaðarføringslógini. Hon ásetur, at marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ella ávirkar brúkarar á óhóskandi hátt og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, er ikki loyvd.

Mastovan vísti á, at av tí at tvey tilboð vóru stovnað, vóru tilboðini av misgáum løgd inn umvent. Matstovan rættaði mistakið beinanvegin, tá tey gjørdust varug við umbýtingina.

Brúkaraumboðið gjørdi tí ikki meira við málið.